Gentuvesið

Gentuvesið

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Gentuvesið episodes

  • Nýggjár á Gentuvesinum 2025
    Enn einaferð hava vit hildið nýggjár á Gentuvesinum, saman við góðum gestavertum og góðum lurtarum. Í hesum partinum vóru gestavertirnir politikari Bjarni Kárason Petersen, útvarpsvertur Dávid Thomassen og aktivistur Katrin Kamban. Í Studio 4 var nýggjársstemningurin skrúðaður væl frá, tá hesi trý skuldu loysa tvístøður um alt millum himmal og jørð - bókstavliga! MIlum annað var onkur, ið hevði brúk fyri nøkrum ráðum til, hvussu mann skal gera, tá mann fær "the ick" av øllum mann er saman við, og onkur annar hevði eina vinkonu, ið segði seg hava yvirnáttúrlig evni. Kom og lurta og njót góðu løtuna saman við okkum.
    1 hr 1 min
  • Aldursmunur á Gentuvesinum
    Áðrenn Gentuvesið aftur fer í dvala, fara vit at loysa nakrar tvístøður. Við okkum hesa ferð eru Heri Joensen, forsangari í Týr, og Signar í Homrum, tónleikari.
    Nógvar ymiskar tvístøður verða vendar saman við teimum. M.a. royna vit at finna útav, hvat ein vinkona skal gera, sum hevur eina vinkonu, ið er í einum harðligum parlagi. Ein onnur spyr, hvussu ein fær sjálvkærleika. Og so er ein 24 ára gamal drongur blivin forliptur í eina 42 ára gamla konu, sum hann ivast í, um hann skal skriva til hana.
    Ein onnur, sum eisini er forlipt, er vinkonan hjá viðkomandi, sum hevur skrivað til okkum. Hon veit ikki, hvat hon skal siga ella gera, tí vinkonan dagliga verður forlipt og fær hjartasorg, sum ofta endar við, at hon skal standa klár og hjálpa henni, sum hon ikki orkar longur.
    Í partinum tosa vit um sálarligan og kropsligan harðskap. Tískil vilja vit vísa á, at til ber at finna sær hjálp á heimasíðuni hjá Kvinnuhúsinum ella ringja á telefon 31 72 00.
    58 min
  • Ein loyniligur brúkari á Gentuvesinum
    Vit eru aftur á Gentuvesinum við góðari hjálp. Gestir hesa ferð eru Fríði Djurhuus, tónleikari, og Steintóra Erhardsdóttir, prestur. Nógvar tvístøður verða vendar, eitt nú ein um, hvussu ein skal halda sítt parlag koyrandi, tá ið ein ikki býr í sama landi. Ein onnur veit ikki, hvussu hon skal handfara ein floksfelaga, sum heldur seg vita betri enn bæði næmingar og lærarar. Og so situr ein dama og fylgir við á Instagramvanganum hjá sjeikinum, sum dagliga fylgir øðrum gentum á Instagram, ið skapar ótta í henni. Eisini verður seksualitetur viðgjørdur á Gentuvesinum, tí ein, sum kemur frá eini trúgvandi familju, ið ikki góðtekur LGBT+, hevur fingið damu og veit ikki, hvussu hon skal siga hetta við familjuna.
    55 min
  • Nýggjár á Gentuvesinum
    Við okkum teir báðar veitslukendu tímarnar vóru sjálvandi nakrir fantastiskir gestavertir: Anna Sofía Skoradal, Bjarni Kárason Petersen, Sjúrður Skaale, Heri Wang Danielsen og Bárður Dal Christiansen, ið øll vóru í góðum hýri, flentu og loystu tvístøður.
    Hvussu mundu tey ráðgeva eini gentu, ið fekk ein óbodnan gest í sítt nýggjársball, ið einans var ætlað innbodnum vinfólki? Og nær er mann eitt reikandi reytt flagg?
    Hesum (og meira við) dugdu dugnaligu gestavertirnir at svara!
    Hevur tú hug at endurliva nýggjársaftan 2024/25? Ella bara brúk fyri eitt sindur av floytublástri og kransakøku? So er hesin parturin til tín!
    1 hr 57 min
  • Hátíðarhald á Gentuvesinum
    Gentuvesið byrjar eitt sindur øðrvísi í dag, tí vit fara aftur í tíðina, tá ið Gentuvesið byrjaði. 
    Nógv er hent síðani tá, men eitt er ongantíð broytt, nemliga okkara dugnaligu gestir.
    Døgg Nónsgjógv, tónleikari, og Guðrið Hansdóttir, tónleikari, hjálpa okkum við at hjálpa tykkum í dag.
    Tvístøðurnar snúgva seg um pengar, vinkonur, at duga illa at syngja, at ikki blíva góðtikin av familjuni og vinmenn ið royna eftir einum.
    Vit báðar, Annika og Rannvør, siga túsund takk fyri, at tit hava givið okkum hendan møguleikan. Vit eru sera takksamar fyri tykkum og Gentuvesið. 
    Takk fyri P100 - vit hoyrast!
    57 min
  • Cola Zero vs Pepsi Max á Gentuvesinum
    Nú er nakað síðani at vit sendu beinleiðis úr Gentuvesinum frá Studio 4 - endiliga eru vit aftur!
    Við okkum í dag eru Sunnvá Dahl Høgfeldt og Elinborg Pálsdóttir, ið eru til reiðar at loysa allar tykkara trupulleikar og venda tykkara spurningum.
    Prátað verður millum annað um hjartasorg, sálarfrøðingar, nýggj hús, mistar røddir og sjálvsálit; tí hvat ger man um man ikki dugir at ''flirta''? Og nær skal man hava ''the talk''?
    55 min
  • Venjarar á Gentuvesinum
    Vit hava funnið tveir gestavertir, ið eru serkønir innan júst hetta økið.
    Við okkum í studio 4 í dag vóru nevniliga Jákup Jacobsen, eigari av Yndi Fitness og persónligur venjari, og Annika Wenningsted Jacobsen, fitness instruktør og persónligur venjari.
    Tey bæði flentu og tosaðu álvarsamt, tá mongu tvístøðurnar um eitt nú torførar umstøður á starvsplássi og kærleikstrupulleikar við eini sokallaðari ''dovnari'' damu, komu fram á borðið.
    56 min
  • Deila myndir á Gentuvesinum
    Tvístøðurnar vóru fangandi og elvdu til long prát, tá Marianna Winter og Fríði Djurhuus, saman við vertunum høvdu ymiskar loysnir og sjónarmið uppi at venda.
    Gleðin um at vera aftur í Studio 4 var stór og enn eitt ár við tvístøðum, látri og fjølbroyttum meiningum er skotið í gongd!
    Annika Dalsgaard og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir leggja til rættis.
    55 min
  • Óbehagilig hending á Gentuvesinum
    Hesin parturin bleiv bandaður hálvan august, so um tú hugsar: "Hmm, hatta er nú ikki serliga aktuelt.", so veitst tú hví.
    Okkara gestavertir eru festlig, litrík og so kenna vit tey frá fleiri sangleikum í Føroyum. Tey eru Mike Viderø og Eva Maria Brynhildardóttir.
    Tey bæði fingu úr at gera, tá ið tvístøður og spurningar skuldu loysast.
    Tvístøðurnar snúgva seg um óbehagiligar støður í býnum, "Karen's", klæðir, stíl, forelskilsi, vinir, foreldur, "out of leage" og annað.
    Muss og klemm. 
    - Hoyrast!
    56 min
  • Respekt á Gentuvesinum
    Ein steðgur hevur verið á Gentuvesinum í summar, men nú eru vit aftur - tó hvørki beinleiðis ella á útvarpsskránni.
    Í partinum hesa ferð, vóru tað Bárður Petersen og boyggjarnir, Heri Wang Danielsen og Svend Danielsen, ið hjálptu okkum at loysa tykkara tvístøður í studio 4.
    Teir fingu mangt og hvat, at venda og snara, tá tvístøðurnar snúðu seg um alt frá at stjala damur og at flyta til Danmarkar til sexleikur hjá systkjunum.
    Men teir kláraðu at ráðgeva, sum var tað ein partur av teirra gerandisdegi, og teirra góðu ráð eru sjálvandi at hoyra í partinum!
    55 min

About Gentuvesið

From the publisher's feed

Gentuvesið er staðið, har vit venda lívsins ivamálum, verða klókari og hava tað stuttligt.