Gentuvesið

Gentuvesið

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Gentuvesið episodes

  • Standing á Gentuvesinum
    Hvat ger mann, um sjeikurin tendrar upp á dansigentur til eina konsert, og mann síðani fer at samanbera seg sjálva við dansigenturnar? Og skal man siga nakað við strævna grannan, ið hevur blinkandi jólaljós, ið lýsa beint inn í títt stovuvindeyga?
    Millum annað hesar tvístøðurnar, viðgjørdu tær báðar Elin Michelsen og Rannvá Fossaberg, vertir á Góðan Morgun Føroyar (og fyrrverandi Also, Gentuvesið Senior) í partinum í dag.
    Nú er bert eitt at gera, og tað er at spæla partin!
    55 min
  • Ongar kenslur á Gentuvesinum
    Tit kenna teir kanska frá alskyns festivalum og náttarlívinum, men í dag royna teir seg sum vegleiðarar á Gentuvesinum.
    Tvístøðurnar í dag snúðu seg um: strævnar vinkonur, kenslur, sjeikar, Instagram og mangt annað. Serliga tann seinasta tvístøðan fekk rok í veltuna, tá Rani bað hana, ið sendi tvístøðuna til okkara, hyggja inneftir.
    Saman við Rana Nolsøe og Signari Í Homrum, er altíð gott lag!
    57 min
  • Sodavatn og kips í glarpappíri á Gentuvesinum
    Í dag vóru Jasmin Mote og Fríði Djurhuus, sum tit kenna frá føroyska tónleikaheiminum og sendingini Óhoyrt, gestavertir hjá okkum í studio 4.
    Millum annað, stukku tvístøður um vánaligar jólagávur og falskar orgasmur seg upp, har tey bæði veruliga máttu finna sínar innaru trupulleikaloysarar fram.
    Er dagurin gráur ella hevur tú bara hug at verða undirhildin eina løtu, so er bara eitt at gera, og tað er at lurta eftir dagsins parti.
    55 min
  • Italskt sex á Gentuvesinum
    Tær báðar skemtiligu damurnar, Elisa Vang og Svanna Hentze í Gong, eru ósamdar, tá ið ein tvístøða um ótrúskap kemur á borðið - tí er tað altíð neyðugt at siga frá, um man hevur verið ótrúgvur fyri fleiri árum síðani?
    Tvístøðurnar eru fjølbroyttar og torførar at svara uppá; hvat skal ein dóttir, ið skrivar til okkara, gera, nú hon er rættiliga vís í, at pápi hennara hevur okkurt koyrandi við hennara vinkonu?
    Líka so fjølbroyttar sum tvístøðurnar eru, líka so fjølbroytt og mong vóru ráðini, ið Elisa og Svanna bjóðaðu tykkum í dag.
    Lurtið við, flennið eitt sindur og setið tankarok í gongd.
    58 min
  • Tríkantstilrættalegging á Gentuvesinum
    Í dagsins parti vóru tær báðar, Sunneva Háberg Eysturstein og Bjørt Lind, við okkum og loystu tykkara tvístøður.
    Sunneva er nevndarlimur í LGBT+ Føroyar, og Bjørt er sálar- og kynjafrøðingur, so tær vóru sum skaptar til at veita góð ráð, tí nógvar tvístøður hesa ferð snúðu seg um kenslur, kærleika og sex.
    Millum annað var ein tvístøða um tríkantsdreymar og ein um ein gubba, ið flirtaði ov nógv við mammu gudbarnið. Og hvat skulu tey, ið sendu hesar inn, gera?
    Lurta og fá vísa vegleiðing, innilig smíl og eitt gott flenn við á vegnum, tí dagurin í dag var bæði stuttligur, persónligur og álvarsamur.
    55 min
  • Simba, Veronika og Palli á Gentuvesinum
    Dagsins partur er fullur av láturi, tá Heini Ronnason á Heygum, tónleikari og Marjun Drós Poulsen Tausen, DJ vitja okkum.
    Hann er kanska til tað fúla lagið, men tað er eisini gott onkutíð. Tí, tá tvístøður eru um sex, vinir og orðatøk, so kann stemningurin skjótt blíva juicy.
    Hvat heldur tú, at Palli skal gera? Skal hann siga við Veroniku, at hann og Simba hava verið í song saman, í meðan hann og Veronika vóru væl? Og er tað eitt "red flag", um vinkonan brúkar orðatakið "Ein kann væl skora sjálvt um málmaður er í málinum"?
    58 min
  • Fúlir gubbar á Gentuvesinum
    Guess who's back? Tað eru tær báðar stjørnurnar, gubbarnir, fótbóltsentusiasturin og tónleikarin; Tróndur Vatnhamar og Finnur Koba!
    Tit hava ynskt, vit hava leverað, og í sendingini hesaferð fara teir báðir at svara uppá tykkara tvístøður og spurningar. Teir koma inn á alt millum himmal og jørð, og fáa eisini persónligar viðmerkingar at taka støðu til, tá SMS-skipanin brádliga var á gosi.
    Hevur tú ein gráan dag, kann láturin frá Studio 4 heilt víst redda tær dagin, í øllum førum eitt sindur!
    55 min
  • Bollivinir á Gentuvesinum
    Í dagsins sending fáa Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóveldið og Pætur Weihe Simonsen, fysiskur venjari hjá VÍF monnunum og kvinnunum, eitt nýtt heiti, nevniliga Bollivins-ekspertar.
    Tvístøðurnar eru sum altíð umráðandi at tosa um, men tá ið tær eru sera sex fokuseraðar, er ikki sørt, at prátið verður eyka 'juicy'.
    Evnini eru millum annað bollivinir, einsemi, sex og foreldur, og tey bæði, Pætur og Hervør, máttu venda og snara í allar ættir.
    55 min
  • A, B ella C á Gentuvesinum
    Á Gentuvesinum verður bæði suffað, flent, puffað og fnisað, tá ið dagsins tvístøður verða vendar.
    Tvíðstøðurnar eru mangar og ringar, tí hvat hevði ein sjálv/ur gjørt, um man sá á Instagram, at vinkonurnar vóru summarhústúr uttan teg, ella um mann fann einar S/M trussur heima við hús, tá ein sjálv brúkar L/XL?
    56 min
  • Stalkari á Gentuvesinum
    Í dagsins parti hava vit fingið vitjan av Anniku Olsen og Pól Arna Holm, sum tit kenna frá føroyskum politikki og tónleiki.
    Tey bæði høvdu úr at gera, tá ein mamma skrivaði inn um nissuvinir, ein føldi seg stalkaða á arbeiðsplássinum, og so máttu tey eisini taka støðu til, um ein skal fara at blandað seg uppí parlagið hjá vinkonuni.
    Um tú vilt hoyra svarini, so er at trýsta á "play".
    54 min

About Gentuvesið

From the publisher's feed

Gentuvesið er staðið, har vit venda lívsins ivamálum, verða klókari og hava tað stuttligt.