Gentuvesið

Gentuvesið

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Gentuvesið episodes

  • Ein eldri tekning á Gentuvesinum
    Í dagsins sending ringdu vit til Anniku, sum kokkast í Danmark! Tað var deiligt at hoyra frá henni, men vi máttu leggja á aftur, tí nakrar tvístøður skuldu loysast.
    Hesa ferð vóru Angela Fagranes, sum vit kenna frá Angelu og Hannibal, Rógvi B. Dam, sjónleikari og Guðrið Hansdóttir, tónleikari, gestavertir.
    Tvístøðurnar eru fjølbroyttar og torførar at svara upp á; hvat skal ein gera, tá ið gamli stjórin blívur við at skriva til ein og man heldur, at tað er óbehagiligt? Og ger tað mun, tá ið hennara núverandi stjóri, er kona hansara?
    Líka so fjølbroyttar sum tvístøðurnar eru, líka so fjølbroytt og mong vóru ráðini, ið Angela, Rógvi og Guðrið bjóðaðu tykkum í dag.
    55 min
  • Ovurviðkvæmi á Gentuvesinum
    Nú var aftur mikudagur! Tvær royndu seg fyri fyrstu ferð á Gentuvesinum, og ein hevur longu verið við fyrr.
    Okkara gestavertir hesa ferð vóru Sølvá Jansdóttir Joensen, eigari av Fullpower og "Venjarin í lummanum", Barbara Holm, blaðstjóri fyri Frihedsbrevet Føroyar og Trygvi Danielsen, tónleikari.
    Tey vóru dugnalig og dugdu væl at hjálpa, tá ið tvístøðurnar vóru nógvar og fjølbroyttar. Tí hvat skal ein gera sum elskar djór, men hevur ein sjeik sum avmarkar hana við sínum ovurviðkvæmi? Og hvat skal ein 21 ára gomul genta gera, sum fær ov lága løn, men elskar sítt arbeiði? Og skal man bara royna at koma yvir, at sjeikurin nevndi eks-damuna í einum "never have I ever" spælið?
    57 min
  • Illa dámd á Gentuvesinum
    Tað tykist sum, at mong hava nógv á hjarta í januar mánaða - og júst tá, er gott við góðum gestavertum.
    Hesa ferð vitjaðu Mia Smith, Kolbrún í Haraldsstovu og Bárður DC. Tey fingu, sum altíð, úr at gera, tá ið tvístøðurnar vóru bæði lættar og tungar.
    Tí hvat ger ein, sum er illa dámd á sínum starvsplássið? Og skal man blandað seg, tá ið man veit, at sjeikurin hjá vinkonuni hevur verið ótrúgvur? Er tað tíð upp á, at finna sær nýggj vinfólk, tá ið man hevur ein tvørkyndan sjeik, og ikki kann kenna til tey tingini, sum vinarpørini práta um? Og hvat gevur tú einari gentu í gávu, sum tú hevur verið væl við á tveir mánaðar?
    Lurtið og finnið tykkara egnu loysnir til dagsins tvístøður!
    54 min
  • Tveir verpápar á Gentuvesinum
    Í dag fingu vit tveir spennandi gestavertir við okkum í Studio 4.
    Tey bæði Katrin Joensen-Næs og Edvin H. Niclasen, ávikavist leikstjóri og leikari í nýggja stuttfilminum Sæla, komu á gátt at loysa tykkara trupulleikar!
    Vit høvdu tvístøður um alskyns evni uppi at venda í dag, har ímillum heili tveir ymiskar verpápar, gávur, porno og hjørtu, ið verða send millum mammur og lærarar.
    Evnini eru sum tit síggja mong, svarini eru fleirfaldað, vendingarnar eru áhugaverdar og okkurt fnis og onkrar samanryktar eygnabrýr stukku seg upp í millum, tá torført var at svara.
    Katrin og Edvin komu heilt væl frá trupulleikaloysingar-kjansinum, og eru vit spentar at vita, hvørjar loysnir tú man fara at bryggja, tá tú setur partin at spæla!
    55 min
  • Lágt og høgt "sex drive" á Gentuvesinum
    Hesa ferð vitjaðu Bárður Petersen og Beinir Troest, tónleikarir, okkum aftur á Gentuvesinum. Tit hava bíðað nakað leingi eftir teimum, so nú hava tit fingið eina ov seina (ella ov skjóta?) jólagávu.
    Teir hildu, at vit fóru at kunngerða teir við einum góðum og feitum sangi, ið teir høvdu ynskst sær, men soleiðis var ikki - tit mugu lurta, um tit vilja vita hví!
    Stemningurin og lagið vóru góð, ímeðan tvístøðurnar sum altíð vóru truplar at loysa. Tær eru mangar í tali og fevna um eitt nú jogurt, Instagram, sex, parlag og "likes".
    54 min
  • Eingin politikkur á Gentuvesinum
    Í dagsins parti hita vit upp til nýggjárið við tí góða stemninginum og tónleikinum.
    Hann er tó øðrvísi, tí Annika er ikki við - tá er tað gott, at okkara arbeiðsfelagi David Thomassen fær traðkað til.
    Tvey onnur, sum eisini royna nakað nýtt, eru Beinir Johannesen, formaður fyri Fólkaflokkin, og Anna Falkenberg, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, tí tey eru gestavertir hesa ferð. Men tey eru ikki einsamøll, tí Hervør, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, er eisini saman við teimum.
    Tvístøðurnar eru mangar í tali og snúgva seg um kærleika, dupult spæl, mammur, sum koma við í ball og "bíligar" jólagávur.
    Takk fyri í ár og gott nýggjár!
    56 min
  • Jólarák á Gentuvesinum
    Prátini hendan partin vóru bæði stuttlig, álvarsom og reflekterandi, tá ið tey bæði Siri Hansen og Kali Bærentsen vóru so fitt at troppa upp í Studio 4, nú vit manglaðu gestavertir.
    Tey komu við góðum loysnum og hugskotum um millum annað, hvat mann skal gera, tá ið eitt par í vinabólkinum altíð tekur síni smáu børn við, tá ið vinabólkurin møtist, og um hvussu man loysir trupulleikar.
    55 min
  • Ein suðuroyingur og ein rokkari á Gentuvesinum
    Hesa ferð vóru tey bæði Benjamin Petersen úr Son of Fortune og Steintóra Erhardsdóttir, prestur, gestavertir hjá okkum.
    Tey bæði skuldu taka støðu til tríkantsplanleggingar, hjúnarskilnaðarjól, kærleiks-buldur í einum vinarbólki og vánaliga matgerð.
    Nógv spennandi ráð og góðar loysnir høvdu tey at bjóða, men kanska hevur tú onkrar aðrar tankar um tvístøðurnar eisini.
    55 min
  • Slatritaska á Gentuvesinum
    Í dag eru Rosa Egholm Mortensen, persónligur venjari, og Turið Elinborgardóttir, ávirkari á sosialum miðlum, gestavertir.
    Tær fáa úr at gera, tá ið tvístøðurnar snúgva seg um alt møguligt álvarsamt. 
    Eisini hava vit í dag eina serliga tvístøðu við, sum er komin sendandi til okkara í einum brævbjálva.
    Nógvar ymsar hendingar, nógv ymisk prát og nógvar kenslur, ið saman hava skapt ein áhugaverdan part!
    59 min
  • Øðrvísi á Gentuvesinum
    Tvístøður, jólarok og flenn... Alt hetta var pláss til í dagsins parti, tá Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Annika Dalsgaard hesa ferð taka sessin, sum bæði vertir og gestavertir.
    Nú skuldu tær royna seg við ráðgeving, og hetta var stuttligt og øðrvísi, tá studio 4 brádliga kendist manstómt, í mun til, hvat tað plagar!
    54 min

About Gentuvesið

From the publisher's feed

Gentuvesið er staðið, har vit venda lívsins ivamálum, verða klókari og hava tað stuttligt.