Gentuvesið

Gentuvesið

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Gentuvesið episodes

  • Loyniligt og gamalt filmsbrot á Gentuvesinum
    Annika er farin niður aftur at kokkast, so Rannvør er nú aftur einsamøll. Men, so einsamalt er tað kortini ikki, tí hon hevur gestavertir afturat sær.
    Hesa ferð vitja Turið Elinborgardóttir, ávirkari á SoMe og hevur gjørt ta føroysku bindidagbókina og Bjørt Lind, sálarfrøðingur og ein av vertunum í útvarpssendingini Nert Ikki Við.
    Tær fáa úr at gera, og skulu loysa tvístøður, sum snúgva seg um "sex tape", happing, barnanøvn og hjartasorg.
    Heldur tú, at mann kann loyva sær at siga við eks-sjeikin og vinkonuna, sum nú eru par, og sum spurdu teg, um tað var í lagið, at tey blivu par, at tú hevur broytt meining eftir eitt hálvt ár?
    Lurta eftir partinum og finn útav, hvat Turið og Bjørt siga um tað!
    56 min
  • Fríbløðarar og hvítar sofur á Gentuvesinum
    Nógvar góðar tvístøður, nógv góð svar og nógvur látur stakk seg upp úr dagsins parti, nú gestavertirnir vóru Turið Teitsdóttir, ið er listakvinna og læraralesandi, og Pætur Weihe Simonsen, ið lesur samfelagsvísindi, er persónligur venjari og er styrkivenjari hjá VÍF.
    Tey høvdu mangar eins hugsanir og vóru samd í mongum av ráðunum, ið tey í felag bryggjaðu til tykkara.
    Tá ið prátið fall á óvissu í vinarbólkum, eftirnøvn, vinkonur, sum eru fríðbløðarar og skeiv nøvn í songini, so vóru nógvar stuttligar og álvarsamar vendingar, ið tú nú hevur møguleikan at hoyra!
    56 min
  • Hon spælir kostbar á Gentuvesinum
    Vit høvdu júst teir rættu gestavertirnir við okkum hendan partin, tí at hvør skuldi kunnað svarað hesum betri, enn teir báðir fólkakæru tónleikararnir Ingi Poulsen og Danny Baldursson?
    Tað vóru ikki bert hesar báðar tvístøðurnar, ið vit høvdu við okkum á Gentuvesinum í dag.
    Millum annað var ein tvístøða leingi uppi at venda, ið snúði seg um, at ein ekssjeikur segði lygnir og ákærdi sína eksdamu fyri eitt nú at verða voldiliga, har hendan eksdaman ikki visti síni livandi ráð um, hvussu hon skuldi handfara støðuna.
    Tvístøðan var torfør, men svarini vóru bæði mong, ymisk og góð - men kanska tit hava eitt uppskot til eina loysn afturat?
    Lurta við og lat okkum frætta!
    55 min
  • Dreymadrongurin á Gentuvesinum
    Tá ið illa stendur til hjá tykkum, er gott við góðum gestavertum!
    Hesa ferð vitjaðu Ásla Breyt Danielsen, hárfríðkari og eigari av hárfríðkanarstovuni WAUW, Bjarni Arge, miðlafrøðingur og vertur á poddinum Amatøroyar og Landsstýrismaðurin í lógar- og innlendismálum, Bjarni Kárason Petersen.
    Tey fingu úr at gera, tí tvístøðurnar snúðu seg um kærleika, at taka tað rætta valið, dreymar og 'ghosting'.
    Hvat skal ein, ið hevur fingið bjóðað sítt dreymastarv, men hevur ein dreymasjeik hinumegin jørðina, sum ætlanin var, at flyta til, gera? Skal man spyrja besta vinmann sín, um hann hevur hug at fara í song við sær, eftir at man hevur droymt, at man hevði sex í heimsklassa við honum? Hvat ger man, um fremmand fólk blíva við at koma yvir til ein í býnum, og 'trauma dumpa' ein við teirra trupulleikum? Og er tað ikki í lagið, at 'ghosta' onkran, tá ið man hevur mist áhugan og funnið sær eina aðra?
    55 min
  • Sexleikur á Gentuvesinum
    Nógvar tvístøður vóru uppi at venda, tá ið tær tríggjar Bjørga Sivertsen, ávirkari á sosialum miðlum, Jasmin Mote, tónleikari og útvarpsvertur og Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, vitjaðu Studio 4.
    Millum annað var ein tvístøða um ein mann, sum ikki veit, hvat hann skal gera, nú kona hansara hevur verið ótrúgv. Hann er særdur og veit tí ikki um hann skal raðfesta børnini ella sálarheilsuna. Eisini ivast hann í, um hann kann fyrigeva konuni.
    Ein onnur leitar sær eftir háttum at skora upp á, nú hon ikki dugir at síggja, tá ið onnur royna eftir henni og ei heldur sjálv dugir at skora.
    Men ein tvístøða, sum fekk eitt annað svar enn hvat vanliga plagar at verða svarað, var tvístøðan um sexleikur. Ein verdóttir hómar, at vermamma hennara hevur funnið sexleikur í stovuni. Tískil veit hon ikki, um hon burdi sagt okkurt.
    Lurta og fá vísa vegleiðing.
    55 min
  • Onkur hevur gjørt nummar tvey á Gentuvesinum
    Hesa ferð er ein tvístøða við, sum vit ongantíð hava hoyrt um fyrr. Onkuntíð prógvar Gentuvesið, at menniskju kunnu enda í teimum løgnastu støðunum.
    Men, tá ið tað verður løgið og trupult, so er gott við gestum!
    Dania O. Tausen, tónlistakvinna og yrkjari, Torleik Mortensen, tónleikari og tónleikalærari, og Sunneva Háberg Eysturstein, eru gestavertir.
    Lagið er gott og tvístøðurnar eru mangar í talið; men, hvat skal ein gera, sum dámar eina "hard to get" gentu? Hevur aldur nakað at siga, tá ið ein er forelskað? Skal man lurta eftir pápanum, tá ið hann ikki dámar sjeikin, sum er seks ár eldri? Hvat skal man gera, um man hevur fingið eina bót, sum man ikki eigur nakað í? Og skal man siga nakað við sítt "one night stand", tá ið man er blivin við barn, og fer at taka eina fosturtøku?
    56 min
  • Kenslur á Gentuvesinum
    Tað besta við Gentuvesinum er, at har finnast fólk, sum bæði tíma og duga at hjálpa - og í dag var einki undantak.
    Hendan partin kann ein kalla “Gentuvesið x Berin”, av tí, at hann hesa ferð snúði seg um at missa, sorg og avvarandi.
    Beinir Bergsson, Rannvá Arnadóttir og Maria Daniela Í Garði Skála eru gestavertir.
    Tey trý hava tað í felag, at tey hava mist ein kæran.
    Sum yngri, gingu tey hjá Beranum, har tey fingu góða hjálp. Í dag geva tey ráðini víðari til tykkum; tí hvat ger man, tá ið man ikki klárar at hugsavna seg eftir, at man misti mammu sína stutt síðani? Kann man tvinga onkran at tosa um persónin, sum man misti, tá ið man var tannáringur? Hvussu kann tú vera ein góður stuðul, tá ið tín betra helvt fer ígjøgnum eina svára tíð? Og hvat ger man, tá ið sjeikurin hevur angist og tunglyndi, og ikki tímur at tosa við nakran um sínar kenslur?
    Um tú hevur tørv á Beranum, kann tú fara á heimasíðu teirra "Berin.fo", ella ringja á 222993.
    54 min
  • Kamillute og ommutroyggjur á Gentuvesinum
    Gott lag var í Studio 4 í dag, tá ið teir báðir Bárður Persson, sjónleikari, og Hans Pauli W. Tórgarð, tónleikari og lærari, vóru og hjálptu okkum, at loysa tykkara tvístøður.
    Prátini høvdu fleiri vendingar og hugskotini vóru mong í tali, tá ið tvístøðurnar millum annað snúðu seg um, um man skal siga makanum frá at man var ótrúgvur fyri tíggju árum síðani, nú makin er farin á knæ, og um man skal siga vinkonum sínum, at man hevur hug til ein av sama kyni, tá ið man er í einum parlagi við einum av hinum kyninum.
    Og tað vóru ikki bara gestavertirnir, ið høvdu mangar hugsanir og loysnir - eldur var eisini í tummilfingrunum hjá lurtarunum, tí skipanin var um at drukna í smsboðum!
    Tað er bert ein máti, at finna út av, um gestavertirnir og lurtararnir vóru einigir um tvístøðu-loysnirnar, og tað er at lurta eftir hesum partinum!
    55 min
  • Ljótt hár á Gentuvesinum
    Mangar tvístøður vóru uppi at venda í dag, tá ið Elin Brimheim Heinesen, tónleikari, Leo Lávík, útvarpsfólk í sendingini Biit, og Sigmund V. P. Zachariassen, tónleikari, vóru og hjálptu tykkum at knekka trupulleikar í Studio 4.
    Skal man blanda seg upp í parlagið hjá vinkonuni og sjeikinum, tá ið man veit, at hann er ein vánaligur sjeikur? Hvat ger man, tá ið sjeikurin ikki hevur viljað havt nakað slag av kropsligum sambandi við teg í trý ár? Kann man krevja endurgjald, aftaná at hava fingið tað øvuta av tí man bað um, hjá hárðfríðkaranum? Og hvussu fær man betri sjálvsálit- og virði?
    58 min
  • Eitt sjey mánaðar gamalt barn á Gentuvesinum
    Gott lag, góður tónleikur og góð fólk!
    Elisa Vang, stand-up skemtari, Aimi Helbo, námsfrøðingur og Løgtingsvalsevni fyri Sambandsflokkin í 2022, og Danny Baldursson, tónleikari, vitjaðu í dag.
    Tey fingu úr at gera, av tí at tvístøðurnar vóru mangar í talið; hvat skal ein sjeikur, ið ikki er við upp á tann andliga heimin, gera? Kanst tú siga við vinkonuna, sum ætlar at taka barnið við á ferð, at hon ikki skal koma við? Skal tú droppa vinmannin, sum altíð droppar teg, tá ið hann og hansara "on/off" dama koma saman aftur? Og kann man spyrja ein, sum man er væl við, um hann er til dreingir ella gentur, tí man hevur hoyrt slatur um, at hann er samkyndur?
    Setið tykkum væl til rættis og lurtið eftir ráðunum hjá gestavertunum hesa feð.
    56 min

About Gentuvesið

From the publisher's feed

Gentuvesið er staðið, har vit venda lívsins ivamálum, verða klókari og hava tað stuttligt.