Gentuvesið

Gentuvesið

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Gentuvesið episodes

  • Steðgur á Gentuvesinum
    Ein steðgur verður á Gentuvesinum.
    Hesin parturin var hin seinasti, ið varð sendur beinleiðis í útvarpinum, fyri nú.
    Men tað forðaði ikki lagnum í at vera í hásæti, og ljóðinum av látri og fnisan, at ferðast út um dyrnar í Studio 4 hendan dagin.
    Hesa ferð vóru tað bert tær báðar vertinnurnar, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Annika Dalsgaard, ið mannaðu studio. Tær prátaðu um støðuna við Gentuvesinum, minni og upplivingar - og so loystu tær sjálvandi nakrar tvístøður eisini, tí uttan tvístøður var hetta ikki Gentuvesið!
    Glaðar, stoltar og sorgblíðar hava tær báðar lagt seinasta beinleiðis partin aftur um bak, og fara tær nú á nýggj ævintýr, uttanfyri Gentuvesið - tó verða nakrir nýggir partar lagdir út á Biit.fo, Spotify og restina av stroymingarheimasíðunum, av og á, so heilt burturi úr stovunum hjá tykkum verða tær báðar, við sínum gestavertum og tvístøðum, ikki enn. Hetta er eitt ''vit hoyrast'' fram um eitt ''farvæl''.
    56 min
  • Dreymakvinnan á Gentuvesinum
    Tað kendist løgið at siga, at hetta var tann seinasta beinleiðis sendingin í eina tíð eftir, at Gentuvesið hevur verið beinleiðis í útvarpinum í tvey ár.
    Fyri at hátíðarhalda Gentuvesið, vitjaðu tríggjar serstakar kvinnur studio 4.
    Mia H. Smith, listakvinna og grafikari, Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á plantudeildini á Tjóðsavninum og listakvinna, og Marianna Winter, tónlistakvinna, vóru við.
     
    Tær fingu úr at gera og fingu nógv at loysa.
     
    Hvat skal ein gera, sum hevur damu, tey hava verið saman í fimm ár, hon er sera fitt, hann er góður við hana, men hann hevur møtt einari, sum er hansara dreymakvinna. Skal hann gera tað liðugt við damuna? Hvat skulu tvær vinkonur gera, sum altíð mugu ansa eftir vinkonuni í býnum, tí hon dugir ikki at drekka? Heldur tú, at mann skal senda eina kæru til leiðsluna, tá ið ein lærari altíð ger "Det sagde hun også i går", "jokes"? Ger tað mun, at tær fáa húgvuna nú, og ikki skulu hava hann sum lærara í næsta ár? Og er nakað at gera, tá ið tvær vinkonur eru óvinir, og tær hála teg upp í? Hvat nú, um tú heldur, at tað sum ein hevur gjørt er skeivt?
     
     
     
     
     
    Vit hoyrast komandi mikudag í útvarpinum. Tá eru tað bara vit báðar, Annika og Rannvør, sum vera í útvarpsstovuni.
     
    30. juni verður Gentuvesið live tiltak í Reinsaríðnum. Tað ber til at lesa meira um tiltakið og keypa atgongumerkið her:
    https://torsgota.fo/tiltok/gentuvesid-live/
    55 min
  • Stakar vinkonur á Gentuvesinum
    Kann tað blíva lekkrari enn lekkurt, og heitari enn heitt, tá ið tríggir oddamenn í føroyskum tónleiki vitjað? Neyvan.
    Teir eita Steingrímur Hallsson, Heini R. Á Heygum, RSP, og Marius DC.
    Eingin ivi í, at teir duga at brúka orð og "flow", tá ið teir fáast við tónleiki, men teir duga eisini at hjálpa tykkum:
    Hvat skal ein gera, sum skal ferðast við vinkonunum í summar. Tær ætla bollitúr, og hon ætlar ikki. Tær eru stakar, hon hevur sjeik. Hon ivast í, um hon kann loyva sær at bestemma, um tær sleppa at taka dreingir heim við ella ikki. 
    Tvístøðurnar snúgva seg eisini um at vera vinkona at einari, ið hevur ein keðiligan og niðrandi sjeik, og um at skora.
    55 min
  • Matpakkar á Gentuvesinum
    Trý nýggj andlit á Gentuvesinum hesa ferð.
    Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, Ann Chanett Danielsen, tónleikari, og Ann Hermansdóttir, prestur, eru gestir.
    Nógvar tvístøður og nógv góð ráð.
    Skal mann flyta av landinum vegna forelskilsi? Skal mann seta andlit til andlits við viðkomandi, sum dámar alt, mann deilir og viðmerkir á Instagram? Eigur ástarvinurin at vita, hvørjum mann hevur verið í song við? Broytir tað støðuna, tá ið ein hevur verið við nógvum, og hin bert við einum?
    Og hvat halda vit um fólk, sum loyva sær at viðmerkja, nær vit hava "sunnar" og "ósunnar" matpakkar við?
    Lurta og hoyr, hvat tær tríggjar svara.
    55 min
  • Ein maður í blæu á Gentuvesinum
    Onkuntíð senda fólk tvístøður, sum kunnu vera sera torførar at loysa - og tað hendi hesa ferð.
    Bárður Dahl Christiansen (DC), listamaður og arkitektur, Elisa Vang, Stand-up skemtari og Ginn Yoga, og Fríði Djurhuus, tónleikari og útvarpsvertur, eru gestavertir í dag.
    Tey leggja út við at tosa um kettur. Ein av gestunum veit sera nógv um kettur, tískil kanst tú í hesum parti læra tvey ella trý fakta um djórið, sum skilur vøtn.
    Ein øðrvísi tvístøða er við, sum er torfør at loysa. Ein maður í fjørutinum brúkar blæu, hevur gjørt tað síðani hann var ungur, men dama hansara veit einki um hetta. Tey hava verið saman í tíggju ár, og tí ivast hann í, um hann skal siga hetta við hana.
    Tosað verður eisini um hjartasorg og "hot girl summer", ið er tað nýggjasta nýggja. Tað er bæði "juicy" og "hot", og ivast tú í, hvat tað er, so er Google.com tín bestu vinur.
    56 min
  • Moralskir timburmenn á Gentuvesinum
    Rannvør er blivin ein soppur, tí tey trý, ið eru oddafólk í Aggrasoppum, Dania O. Tausen, Trygvi Danielsen og Eyðfinn Bogason Lamhauge, vitja studio fýra hesa ferð.
    Sopparnir soppast við nógvum soppum. Í seinastuni hava tey vunnið tónleikakappingina Sement, spælt á tveimum festivalum og útgivið eitt nýtt lag, nevniliga Búff & Buffét.
    Vit byrja sendingina við at práta um moralskar timburmenn, sum vit øll í studio fýra kenna okkum aftur í. Ein lurtari ynskir góð ráð viðvíkjandi, at steðga hesum kenslunum, sum hon fær. Síðani práta vit um eina eksdamu; tí hvat skal ein gera, sum veit, at eksdaman hjá sínum sjeiki, tosar niðrandi um hana og um tey sum par? Skal hon siga frá ella lata tað fara?
    Ein føroyingur í Noregi ivast í, um tað er ein góð avgerð, at blíva vinir við eksdamuna aftur, sum niðurbreyt hann, tá ið tey vóru par. 
    "Man skal tosa um fílin í rúminum", siga tey trý, tá ið ein tvístøða snýr seg um happing, fólkaskúlatíð og nýggj starvsfólk, sum man hevur eina ringa fortíð saman við. Vit enda við ‘YOLO’ (you only live once/tú livur bert einaferð) ið ein lurtari heldur er eitt orðafelli, ið eina vinkonan tekur til tey ytstu mørkini og verður ávirkað av.
    55 min
  • Kynmismunur á Gentuvesinum
    Vit eru í tí listarliga krókinum, tí gestavertirnir eru, á hvør sín hátt, listarlig. Tey eru Heiðrik á Heygum, tónleikari og listamaður, Jenny Kragesteen, tónleikari, Búi Rouch, dansari og koreografur og Steintóra Erhardsdóttir, prestur og so dámar henni eisini væl at vera listarlig við plakatum.
    Tá ið tað snýr seg um at loysa tvístøður, so hevur Gentuvesið tey bestu fólkini um seg.
    Hvat skal ein ung dama gera, sum upplivir kynmismun á arbeiðsplássinum? Hon hevur boðað stjóranum frá, og eisini sagt seg úr starvið, men hon hómar, at stjórin ikki tekur kynmismunin í álvara. Skal hon siga frá hóast hon fer frá starvinum? Og hvat skal ein gera, sum misti øll síni vinfólk, tá ið hon fór í eina boblu við táverandi sjeikinum? Hon var forelskað, men í dag er hon støk og einsamøll. Síðsta tvístøðan snýr seg um slatur, tí skal man boða vinkonuni frá slatrið, man hevur hoyrt?
    55 min
  • Ein stjóri á Gentuvesinum
    Eg vil byrja við, at fortelja tykkum, at í partinum verður tosað um rúsevni. Hevur tú trupulleikar við rúsdrekka ella rúsevnum, ber til at leita sær hjálp á heimasíðuni hjá rusur.fo ella ringja til Heilbrigdi á 328055.
    Nú er tað eitt heilt ár síðan tann góða duo’in vitjaði Gentuvesið seinast.
    Annika Hoydal og Torleik Mortensen eru gestir hesa ferð, og sjálvt um tey frammanundan hava úr at gera við tónleikinum, so sleppa tey ikki at slappa av á Gentuvesinum.
    Tvístøðurnar eru mangar í tali og snúgva seg um kærleika, rúsevni, stjórar og dreymar.
    Hvat hevði tú valt, um tú var sloppin inn á dreymaskúlan í Edinburgh, men sjeikurin, ið tú var sera forelskað í, fór til Danmarkar? Og hvat skal man gera, tá ið sjeikurin hevur ein trupulleika við rúsevnum og ikki ynskir hjálp? Er tað langt úti, um man ikki bjóðar stjóranum við í veitslu eftir starvsfólkaútferð? Og skal man lurta eftir foreldrunum, tá ið tey siga, at man skal fara at lesa, hóast man heldur ynskir at ferðast?
    55 min
  • Skriva til dreingir á Gentuvesinum
    Eg sigi beiggjar - teir siga boyggjar.
    Gestavertir hesa ferð eru Heri Wang Danielsen og Svend Danielsen.
    Tit hava sæð teir í sjónvarpinum í fýra vikur, har teir hava sjarmerað seg inn á tykkum, men nú sleppa teir sjarmerandi bygdamenninir, at loysa tykkara tvístøður.
    Hvat skal ein genta gera, sum fjasast við einum drongi, ið hon ynskir, at fáa meira kontakt við? Hon ivast í, um hon fer at tykjast ov desperat, um hon skrivar fyrst, men hvat siga Svend og Heri?
    Hvussu finnur ein sær mót, at ganga í teimum klæðunum, ein ynskir? Kann ein siga við vinkonuna, at hon ikki skal herma eftir sínum tattoveringum? Og hvat skal ein gera, sum hevur glett seg at ferðast við vinkonunum í longri tíð, men nú ikki hevur ráð, eftir at ferðin er vorðin dýrari? Hon hevur funnið bíligari ferðir, men eingin tekur undir við henni, og hvat er so at gera?
    55 min
  • Vánaligur tónleikur á Gentuvesinum
    Sólin skínur, vit eru í góðum lag og lurta eftir sponskum tónum, sum Rannvør er sannførd um, at øll gera, tá ið sólin ger um seg.
    Gentuvesið, er eitt ordans gentuves í dag.
    Gestavertirnir eru Anna Sofía Skoradal, tónleikari, Elinborg Pálsdóttir, tónleikari og Sunnvá Dahl Høgfeldt, ávirkari á SoMe og vann Nybyggerne í 2020.
    Tær tríggjar loysa ymiskar tvístøður og gera sítt fyri, at tit fáa hjálp og vegleiðing.
    Tvístøðurnar snúgva seg um ótrúskap, tá ið foreldur skulu skiljast, at hava ov nógva ábyrgd, ikki tora at byrja at venja og tónleik, sum ikki rungar rætt í oyrunum.
    Hvat hevði tú gjørt, um tíni foreldur skuldu skiljast, sum gav tær ov nógva ábyrgd, tí tey ikki kunnu tosa saman? Og skal man hugsa "none of my business", tá ið fólk eru ótrúgv? Ger tað mun, um tað er daman hjá tínum systkinabarnið, sum er ótrúgv? Og kennur tú eisini til, at ikki tora at venja, tí man er bangin fyri, at øll hyggja eftir einum?
    56 min

About Gentuvesið

From the publisher's feed

Gentuvesið er staðið, har vit venda lívsins ivamálum, verða klókari og hava tað stuttligt.