Gentuvesið

Gentuvesið

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Gentuvesið episodes

  • Eks-sjeikurin og beiggin á Gentuvesinum
    Í dagsins sending var tað ein tvístøða, ið veruliga stakk seg burturúr.
    Tí hvat skal mann gera, um mann hevur verið í song saman við- og fær firvaldakenslur í búkin av beiggja eks-sjeikin?
    Hendan og fleiri tvístøður aftur at hesari vórðu vendar í studio 4 hesaferð, tá ið tey bæði, Bára Silvansdóttir, stylecoach og SOME fyriskipari og Kali W. Bærentsen, surfari og leiðvísari, vóru á gátt.
    54 min
  • Ófittur sjeikur á gentuvesinum
    Nú er summarið av, og vit eru aftur á Gentuvesinum. Tað tykist sum, at mong hava havt úr at gera í summar, tí okkara Instagram hevur kókað við tvístøðum.
    Tvístøðurnar eru mangar, men eisini ringar at loysa, tí tá ein tvístøða er um ein sjeik, sum hóttir við at gera sjálvmorð, um daman ger tað liðugt, so er mangt at taka støðu til.
    Tíbetur høvdu vit ein prest og politikara við okkum á gentuvesinun.
    Vælafturkomin á Gentuvesið!
    Gestavertir í hesum partinum vóru Steintóra Erhardsdóttir, prestur, og Bjarni Kárason Petersen, løgtingslimur fyri Framsókn.
    57 min
  • Ein feit nissa á Gentuvesinum
    Á Gentuvesinum hesuferð eru verðinsmenninir, Kári Sólstein og Tróndur Vatnhamar, við okkum. Teir báðir duga annað enn at vera miðlafólk, tá teir royna seg sum parterapeutar og life coaches.
    Eitt kunnu vit siga og tað er, at tað vóru mangar tvístøður at tosa um, áðrenn vit fara í summarferiu - millum annað sum nevnt omanfyri, ein vekt-kapping har man risikerar at verða kallaður ''feita nissa'', um man ikki vil vera við.
    Vit hoyrast áðrenn tit vita av og havi eina góða summarferiu!
    58 min

About Gentuvesið

From the publisher's feed

Gentuvesið er staðið, har vit venda lívsins ivamálum, verða klókari og hava tað stuttligt.