Í Klaksvík búgva átta gentur, sum eita Judith Lassen, Tóra Heradóttir, Fríða Sólja Kunoy Im, Emily Rógvadóttir, Elisabeth S. Mohr, Fríða Sundsskarð, Silja Urbanusardóttir Olsen og Lana Arnoldsdóttir.
Tær eru 9-11 ára gamlar, og hava í seinastuni havt ein handil saman, sum eitur Bingo Bongo, og navnið kom bráddliga á tær.
- Ein segði bingo, og so segði onkur bongo, tí bleiv navnið Bingo Bongo.
Í handlinum seldu tær køkur, muffins og annan bakstur, sum tær sjálvar bakaðu, saft, dukkur og ymiskt annað, sum heilsølur lótu, og so skipaðu tær eisini fyri kappingum.