Radio.fo hevur boðað frá, at tey gevast við at senda á netinum R2-net. Tískil fara tveir, sum eru útvarpsroyndir, at seta hol á Rás 2 aftur, eftir tað hvarv úr miðlalandslagnum fyri nøkrum árum síðani.
Tað eru eysturoyingarnir, Andrew Djurhuus og Símun J. Hansen, sum hava tikið av møguleikanum at endurskapa Rás 2, men tað verður ikki, sum tá ið tað steðgaði.
- Undirheitið er "Rás 2 - Hitt Radio", og fólk kunnu skilja tað, sum tey vilja. Ætlanin við Rás 2 er millum annað at gera útvarpssendingar, sum vit halda mangla í Føroyum.