Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu fólk hava tað við jarðarferðum og teimum siðum, ið fylgja við, og morgunsendingin hevur fingið bræv sendandi frá lurtara, sum hevur eitt hjartasuff hesum viðvíkjandi.
Hetta stendur í brævinum:
Tíðirnar broytast, og eg broytist við ...
Havi eitt evni, sum eg hevði viljað verið tikið upp í KVF. Fyri skjótt einum ári síðan mistu vit mammu okkara. Stutt áðrenn høvdu vit hildið ein rundan dag. Hugnaligt at samla familju og vinir, men har komu skuffandi fá.
So koma vit til mítt evni: