- Ein álitisváttan, sum vil nakað.
So avgjørdur er Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, tá hann skal siga sína hugsan um nýggju skipanina hjá donsku fyritøkuni, Norlys í Ålborg.
Leiðslan í fyritøkuni, sum telur áleið 3000 starvsfólk, hevur avgjørt at geva starvsfólkunum allar teir sjúkradagarnar, sum tey hava fyri neyðini, tá børnini eru sjúk. Tað vil siga, at starvsfólkini hava óavmarkaðar sjúkradagar við børnunum, tey fara ikki niður í løn, og tey brúka hvørki frídagar ella feriu, tá tey eru heima við sjúkum barni.