Tað er eitt spennandi, krevjandi og gevandi starv, eru tey bæði, Hallbjørg Lamhauge og Leif Olsen, samd um.
Bæði eru tey sosialráðgevar og starvast í Almannaverkinum.
- Tað er tungt at taka harðar avgerðir við hvørt, men tað er eisini eitt spennandi starv, sum fevnir ógvuliga breitt, sigur Leif Olsen.
Hallbjørg Lamhauge er fyri stuttum komin í nevndina hjá felagnum fyri sosialráðgevar, og hon vil hava alheims sosialráðgevaradagin á breddan í Føroyum.
So hetta er fyrstu ferð, at dagurin verður hátíðarhildin í Føroyum.