Tórshavnar Sløkkilið er býtt í seks støðir: Høvuðsstøðin við oyggjarvegin í Havn, støðin í Nólsoy, Kalbak, Koltur og Hest, Velbastað og Kirkjubø og støðin í Kollafirði.
Høvuðsstøðin við Oyggarvegin í Havn er mannað við umleið 30 fólkum.
Millum hesi 30 eru Toni Dam, sløkkiliðsmaður, og Tummas Pauli av Reyni, átaksleiðari, ið báðir hava verið í starvi í fleiri enn 20 ár.
Tá tú ert á vakt, mást tú altíð vera klárur. Fyrsti bilurin skal koyra longu fimm minuttir eftir, at boð eru givin.