- Tá eg hyggi aftur, var hetta ein uppliving, sum eg eri ordiliga glað fyri, sigur Guðrun Sólja Jacobsen.
Í dag eru júst 20 ár liðin, síðani hon bleiv kend um alt kongaríkið, tá hon sannførandi vann sangkappingina, Stjerne for en aften.
Sangurin, ið meira enn nakar annar verður settur í sambandi við Guðruna, er Promise Me hjá Beverly Craven.
Tað var Jens Knudsen, kórleiðari í gospelkórinum, sum skjeyt tann sangin upp, sigur Guðrun.
Tann sangurin er vorðin ímyndin av henni, og enn tann dag í dag vilja fólk hoyra hana synga Promise Me.