Sambært ásetingum í § 24 í bókasavnslógini skulu fýra ókeypis eintøk av øllum verkum, útgivin í Føroyum, avhendast til Landsbókasavnið.
Tilfar, ið skal latast Landsbókasavninum, er eitt nú bøkur, fløgur, filmar, ársfrágreiðingar, lýsingabløð, faldarar, plakatir og postkort.
Talgilt tilfar og útgávur á netinum koma eisini undir avhendingarskylduna.
Endamálið við avhendingarskylduni er at tryggja, at vitanin um føroyska mentan, søgu og føroyskt samfelagslív verður varðveitt til gagns fyri gransking og almenningin.