Vánaligur svøvnur kann ávirka okkum á so mangan hátt.
Ein, sum hevur kent sviðan av tí, er Bárður Persson.
Hann hevur leingi havt ilt við at sova nóg mikið, men í seinastuni hevur verið verri enn vanligt.
Tað fekk Bárð at senda eitt neyðarróp út á sín facebookvanga.
Hann sóknast eftir góðum svøvnráðum.
Bárður Persson vísir á, at ein trupulleiki, sum rakar so nógvar føroyingar, átti at verið tikin í nógv størri álvara.