Vit kenna hana frá tí føroysku filmsvinnuni, har hon mangan hevur gjørt um seg.
Eftir summarferiuna, fer Katrin niður til Danmarkar, at ganga á tí danska filmskúlanum, Den Danske Filmskole.
Hetta er ein sera væl umtóktur skúli, ið er torførur at sleppa inn á.
Ein skal til nógvar samrøður, í roynd og gera sítt fyri, at fáa eitt pláss í skúlanum.
Katrin Joensen-Næs, er sloppin á leikstjórabreytina, ið bert ein annar føroyingur eisini hevur verið á, sum er Katrin Ottarsdóttir.
Hevði takkað ja til ein annan skúla