Hesa tíðina síggjast seyður og lomb nógva staðni kring landið.
Fyri nøkrum døgum síðani hevði Eliana Svøðstein úr Kunoy eina heldur øðrvísi uppliving, tá hon herfyri koyrdi sonin í skúla.
- Við vegjaðaran lá ein ær. Hon tóktist illa fyri, og so sá eg, at hon var í ferð við at lemba, men tað gekst illa. Eg ringdi til onkran, sum veit nógv um seyð, og við góðum ráðum og vegleiðing fekk eg hálað lambið út, sigur Eliana Svøðstein.
Sum heild eru ær og lamb væl fyri, takkað verið góðu og skjótu hjálpini frá Elianu Svøðstein.