Nógv ymiskt fæst at vaksa í Føroyum, men tað krevur, at tú hugsar um, hvat tú gert og kannar, hvat ymsu sløgini hava brúk fyri, sigur Maud Wang Hansen, sum hevur nærum 30 sløg av grønmeti og øðrum í urtagarði og vakstrarhúsi sínum í Nólsoy.
- Í Føroyum fæst nógv at vaksa, tí vit hava so nógvar ljóstímar um summarið, sjálvt um vit ikki hava so nógva sól, men tað krevur eitt sindur av umhugsni, sigur Maud, og heitir á fólk um at lesa á pakkanum, hvat júst henda planta hevur brúk fyri.