Sign up to save your podcastsEmail addressPasswordRegisterOrContinue with GoogleAlready have an account? Log in here.
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggju... more
FAQs about Góðan morgun Føroyar:How many episodes does Góðan morgun Føroyar have?The podcast currently has 4,026 episodes available.
November 22, 2023Áskoðarum dámar betur mannfólkadystirDrós Ragnarsdóttir hevur í sambandi við útbúgvingina í ítrótta- og venjingarsálarfrøði kannað, hvussu áskoðaraatferð og kyn hanga saman og hvussu atferðin hjá áskoðarum ávirkar avrikið hjá kvinnuligu hondbóltsspælarunum, sum vóru við í kanningini.- Kvinnurnar ynskja heilt greitt, at fáa tann hýrin í høllina, sum er, tá hon er full, soleiðis at rópini dríva tær framá. Men tað vísir seg at áskoðarar hava lættari við at rópa eftir monnum - kanska tí teir tola meira av kroppsliga á vøllinum. So gerast fólk meira íðin at rópa....more17minPlay
November 22, 2023Góðan morgun Føroyar 22.11.2023Gestir hesaferð:Turið LaksáMagnus ThomsenDrós RagnarsdóttirGunnhild Helmsdal...more2h 8minPlay
November 21, 2023Barnastjørnan brýtur upp úr nýggjumVit kenna øll lagið um hundin Snar, sum gongur runt í býnum sum eitt ólukkudýr og leitar eftir mati.Beinir Troest Rasmussen var ein av liminum í bólkinum, Kular Røtur, tá Vov vov og onnur løg hittaðu.Men nú er barnastjørnan blivin vaksin og er farin til Danmarkar at royna eydnuna sum tónleikari.Higartil hevur tað gingist væl. Staklagið Greener hevur fingið nógvar rósur frá donsku ummælarunum, og hetta hevur givið unga runavíkinginum blóð uppá tonna.Um skamma stund kemur fyrsta heildarútgáva hansara út....more20minPlay
November 21, 2023Góðan morgun Føroyar 21.11.23Gestir:Hanus KjølbroBeinir Troest RasmussenGunnar NolsøeSusanne Barding...more2h 15minPlay
November 21, 2023Bygdarlívið á Ytru Hebridunum fyri 50 árum síðani lýst í nýggjari bókFrá 1970 til ´72 var antropologurin, Susanne Barding, á vísindaligari kanningarferð í Berneray á Hebridunum.Nú, góð 50 ár seinni, er bók komin út, sum ógvuliga neyvt lýsir bygdalívið í Berneray.Enska heitið er: ´Tis 50 Years Since - a Study of Life in a Hebridean Island Community.Hon er góðar 600 síður, og fleiri enn 100 samtíðarmyndir eru í henni.Høvundurin hevði ikki verið aftur í Bernarey øll hesi árini, men í sambandi við útgávuna vitjaði hon aftur. Tað var eitt heilt øðrvísi samfelag, ásannar Susanne Barding....more33minPlay
November 21, 2023Sóknarprestar í 25 ár- Vit ganga og mala um beinini á hvørjum øðrum dag út og dag inn, so vit kennast rættiliga væl.Soleiðis sigur Heri Joensen, sum saman við Bergi D. Joensen hevur verið sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í 25 ár. Hetta bleiv hátíðarhildið við serstakari gudstænastu í Vesturkirkjuni sunnudagin.- Eg havi ofta nógv hugskot og havi kanska lyndi til at fara eitt sindur upp at flákra, og tá er gott, at Heri kann hála meg eitt sindur niður á jørðina aftur, sigur Bergur D. Joensen....more24minPlay
November 20, 2023Góðan morgun Føroyar 20.11.2023Gestir hesaferð:Hanus KjølbroBergur Debes JoensenHeri JoensenJutta Helgadóttir...more1h 26minPlay
November 19, 2023Guðstænasta úr Viðareiðis kirkjuKirkjutænararHanus á Gørðum, prestur, prædikarElsebeth Viðoy Simonsen deknur,Henry Sjónstein er klokkariSnorri Brend er urguleikariSálmarnr.699 Nú árið tað líðurnr.192:Mín Jesus, lat mítt hjarta fánr.195:Deyði hvar er broddur tín ?nr. 63:Jesus besta navnið er Streingjakórið í KFUM og K syngur fyri og eftir prædikuHøgni Reinert Hansen er tøkningur....more1h 3minPlay
November 17, 2023Nýggjur føroyskur stórfilmurFyrireikingarnar til nýggjan føroyskan stórfilm eru farnar av bakkastokki. Tað er Gudmund Helmsdal, sum er høvundur og leikstjóri.Filmurin snýr seg um manningina umborð á Union Jack, sum undir seinna heimsbardaga sigldu vandasjógv við fiski frá Íslandi til Stóra Bretlands. Í 1940 varð Union Jack søkt av týskum kavbáti. Manningin bjargaði sær við neyð og deyð í lítlum báti á land á Flannan Island; teir høvdu tá sitið við árarnar í 42 tímar....more23minPlay
November 17, 2023Góðan morgun Føroyar 17.11.23Gestir:Andrias Klein GregoriussenAnnika HoydalTorleik MortensenGudmund HelmsdalSámal BláhamarJógvan Jón HenriksenAndrea Jónsveinsdóttir Tungá...more2h 8minPlay
FAQs about Góðan morgun Føroyar:How many episodes does Góðan morgun Føroyar have?The podcast currently has 4,026 episodes available.