Tað byrjaði við 50 tannáringum í Týsklandi í 1993, og er nú vaksið til, at 20.000 luttakarar úr 42 ymiskum londum koma saman.
Hjúnini, Símun Jóannesarson Hansen og Randi Hansen, eru í leiðslutoyminum. Tey eru sera spent, nú Teenstreet loksins aftur verður, sum tað plagdi at vera.
- Hjá fleiri ungum er hetta fyrstu ferð, at tey ferðast einsamøll á henda hátt. Tí hevur tað stóran týdning, at vit, sum varða av teimum, duga at handfara tær støður, sum taka seg upp, siga hjúnini.
Eini 400 fólk, ung og vaksin, plaga at vera í føroyska ferðalagnum.