Í 1985, tá Niclas Heri var 17 ára gamal, skrivaði hann eitt lag við við nøkrum fáum moll-akkordum, sum hann tá dugdi.
Nú, 38 ár seinni, hevur hann loksins gjørt sangin lidnan.
"Tú ert ok" er heitið, og hann byggir á ein blogg, sum Niclas Heri legði út á sín facebookvanga á Altjóða sálarheilsudegnum.
Har hugleiðir hann um Skeiva tornið í Pisa, ið var reist um ár 1100.
Skjótt fór tað at hella, og tað var hildið at vera miseydnað.
Nógvar royndir hava verið gjørdar at rætta tornið, men alt til fánýtis.