Lurtari, sum er í ferð við at umvæla eini hús frá 1920-unum biður serfrøðingin um ráð til innrætting.
Bara tí at húsini eru svørt og hava sprossavindeygu og flagtak, merkir tað ikki, at tey skulu síggja gomul út innan, sigur Sverri Heinesen, innanduraarkitektur, tá ið lurtari spyr, hvat er at gera.
- Tær nýtist ikki at kenna teg bundnan av hesum, men heldur hugsa, at hetta eru okkara hús, sum vit skulu búgva í, og vit skulu hava tað gott.
Eisini verður tosað um litir og ljós, umframt at aðrir spurningar frá lurtarum vera svaraðir