Henny Egholm dugur sera væl at siga frá. Hon vaks upp hjá skyldfólki í Sumba. Pápan kendi hon ongantíð og mamman mátti arbeiða í Havn og var bara í stuttum bilum har suðuri saman við dóttrini í uppvøkstrinum.
Onkuntíð var Henny kortini í Havn og vitjaði mammuna. Hon minnist serliga eina ólavsøku, tá mamman var arbeiðskona í einum húsum, har óvanliga nógv lív var í. Tað bleiv ein minnilig ólavsøka.
Sendingin varð send fyrstu ferð í juni 2022.