Í sending hoyra vit standardar av live plátunun The Cure við Keith Jarrett Trio frá 1991. Trioina manna: Keith Jarrett, klaver, Gary Peacock, bass, og Jack DeJohnette, trummur.
Vit hoyra trý løg av hesa fralíku konsertplátuni, sum eg sjálvur í eina tíð helt vera tann besta sum trioin hevði innspælt, men tað er tó trupult at siga, hvør av teirra mongu plátum í veruleikanum er tann besta, tí tær eru allar ómetaliga góðar, hvør uppá sín máta.