Í sending hesaferð fara vit at hoyra standardar av live plátuni, The Cure, við Keith Jarrett Trio frá 1991. Trio?ina manna: Keith Jarrett, klaver, Gary Peacock, bass, og Jack DeJohnette, trummur.
Vit fara at hoyra trý løg av hesa fralíku konsert plátuni, sum verturin í sendingini sjálvur í eina tíð helt vera ta bestu, sum trio?in hevði innspælt. Men tað er tó trupult at siga hvør av teirra mongu plátum í veruleikanum er tann besta, tí tær eru allar góðar, hvør uppá sín máta.