Ska ein tónleikasjangra, sum varð ment á Jamaica í fimti- og sekstiárunum og er grundarlagið undir dagsins reggaetónleiki. Og talan er um tónleik, sum er samansettur av amerikanskum jazzi og r&b, vælkryddað við jamaica-rytmum sum caribean mento og calypso.
Mest eyðsýndu - ella eyðhoyrdu, sermerkini við ska, eru sonevnda off-beatið, svingandi bassurin, ið "scratchar" avstað, áhersla á guitarljóðið, og viðhvørt blásarar við jazzíblásturi.
Og tosa vit um tíðarskeið, er talan um tríggjar aldur ? ella bylgjur: First, second og third wave, sum sagt verður.