
Sign up to save your podcasts
Or


Sprotin gav út væl fagnaðu bókina Brenn øll míni brøv eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fram Skunda tær at elska, sum var bókin, ið gjørdi Alex Schulman kendan.
Hon snýr seg um pápa hansara og um lívið í teirra húski, tá ið pápin verður gamal og sjúkligur meðan synirnir framvegis eru ógviliga ungir. At pápin er ússaligur elur fram ótta í Alexi, um at hann einki fer at orka ella kanska doyr.
Og tað ger papin. Hann doyr, tá ið Alex er 27 ára gamal. Sonurin byrgir sorgina inni, læsir fyri øllum minnum og kenslum, og heldur fram við lívinum og við arbeiði, sum um barndómurin var ein kapittul, sum var liðugur og skuldi leggjast afturum.
Pápi Alex hevði verið giftur og átti vaksin børn. Hann var ikki sum hinir páparnir. Hann var gamal.
Alex hevði ikki verið á garðinum í Värmlandi, síðan pápin doyði. Tá ið hann so endiliga fer, renna gomul minni fram fyri hann. Og hann fer at savna minnini dagliga, og skjótt hevur hann fleiri hundrað minnisbrot í lummabókini. Brotini verða vovin saman til eina eyma, langtandi og kærleiksfulla lýsing av pápanum. Til eina serliga søgu um, hvussu tað er at vaksa upp við aldrandi foreldrum.
Sum barn hugsar Alex mangan um, hví pápin ikki tveitir hann upp í loft og spælir við hann, sum hinir páparnir gera. Sum ungur maður er hann bangin fyri, at pápin skal fara upp um náttina og detta. Seinni skulu teir báðir venja seg við ikki at hittast heima, men á einum ellisheimi, til árliga gildið við hummara og whisky, sum hann smuglar inn.
Eftir jarðarferðina berjist Alex við sínar egnu kenslur og skotrar tær burtur, til hann ein fagran dag ikki megnar at byrgja tær inni.
Ógleði og sorg verður blandað við skemt og djúpan kærleika. Ein nemandi søga um pápa og son og teirra dyst við tíðina.
Gestir eru Jákup Reinert Hansen og Eli Hentze. Vertur er Marna Jacobsen.
Málningurin av Dorian Gray er heimspekilig fiksjón og gotisk ræðslusøga eftir írska høvundin Oscar Wilde, skrivað í 1890.
Gotisk skal verða skilt sum skaldsøga, ið lýsir bardagan ímillum menniskju og ónatúrligan óndskap (óndskap, sum stundum er mannskaptur, stundum yvirnatúrligur) í einum kúgandi og troystarleysum heimi, har ið eingin rýming er møgulig.
Bókin verður mett at vera klassikari millum gotiskar skaldsøgur.
Søgan snýr seg um eina andlitsmynd av Dorian Gray sum Basil Hallward málar. Basil er vinur Dorian, og listamaðurin er trøllabundin av vakurleikanum í Dorian. Saman við Basil hittir Dorian Henry Wotton Lord, og hann verður hugtikin av hedonistisku heimsfatanini hjá hesum aristokrati. Hedonistiska fatanin sigur, at vakurleiki og kenslulig nøktan er tað einasta, sum vert er at trákkast eftir í lívinum. Fullvísur, sum hann er um, at hann fer at missa vakurleikan, sum tíðin líður, tekur hann ta avgerð at selja sál sína og biður um, at myndin heldur enn hann sjálvur skal eldast og ljóðkast. Ynskið verður honum játtað, og Dorian fer at liva eitt siðleyst lív og ger sær sínar uttansiðaðu lívsroyndir og verður verandi ungur og vakur; um somu leið eldist myndin, og í henni verður hvør synd, ið Dorian fremur, skrásett.
Hetta var einasta skaldsøgan, Wilde skrivaði. Nógvur goragangur og nógvar atfinningar stóðust av henni. Seinni er bókin vorðin viðurkend sum hansara viðgitnasta verk.
Íblásturin til skaldsøguna fekk Oscar Wilde í 1887, meðan hann sjálvur sat modell hjá eini listakvinnu í London. Tá ið myndin var liðug, og hann hevði hugt at henni eina løtu, læt í honum sum í skemti: “Tað er kortini syrgiligt. Henda myndin fer ikki at eldast, men tað fari eg. Gævi, tað var øvut.” Í tí hann hevði sagt tað, fekk hann hugskotið at viðgera hetta evnið í einari søgu.
Tvey ár seinni stóð The portrait of Mr. W.H í einum bókmentaligum mánaðarriti í London. Ógviliga ymisk søga frá hesari, vit geva út, men hon varð mett sum eitt útkast til The Picture of Dorian Gray.
The Picture of Dorian Gray gjørdi fólki mun. Hon var í mongum førum mett ógviliga ósømilig, ikki minst tey brotini, ið sipaðu til samkyndleika og girndina í samkyndum monnum.
Í Lesikrókinum tosar Marna Jacobsen við Katrina Næs og Svannu Jákupsdóttur um bókina.
Knívin í eldin er ein hugtakandi søgulig skaldsøga úr Finnmørkini – sum fær teg at kenna kuldan úr kavanum, hitan úr bálinum og gevur tær tevið av blóði, tá ið reindjórini verða flett.
Árið er 1859. Brita Caisa Seipajærvi fær sær skíðirnar á føturnar, tí hon fer at gera langa ferð úr Finnlandi til Noregs. Brita Caisa er bæði vøkur og sterk, og hon eigur evnini at lekja bæði fæ og fólk. Við sær á ferðini hevur hon sínar báðar smáu synir, sum føddir eru uttan fyri hjúnalag og hava ikki sama pápa. Málið við ferðini er Bugøynes, har tað sigst, at havið kókar av fiski. Á leiðini hittir hon Mikkel, og tey bæði fáa eitt heitt kærleikssamband, sum tey halda loyniligt.
Knívin í eldin hevur fingið sín íblástur úr lívinum hjá oldurommu Ingeborgar og er fyrsta bókin í tríverkinum Sangir um Íshavið.
Marna Jacobsen tosar við Súsonnu Torgarð og Rakul í Gerðinum um bókina.
Súsanna er annars í ferð við at lesa bókina inn. Hon verður á marknaðinum í næstum sum ljóðbók.
Henda søga hetlendinga og okkara eru so líkar, at hon kundi verið føroysk.
Høvundurin fylgir søguni frá tí, at hálendskir fiskimenn í hundraðtali komu til hetlandsleiðirnar í 16. øld og upp til avbjóðingarnar í fiskiídnaðinum nú á døgum.
Alla frásøguna kryddar hann við minnis- og heimildarbrotum um toskafiskiskap í 19. øld undir Føroyum og Grønlandi og um sildatíðina, sum fekk Hetland at stórblóma tíðliga í 20. øld.
John Goodlad hevur skrivað yrkisbókina Saltleiðirnar.
Regin av Steinum týddi úr enskum, og Sprotin gav út í vetur.
Gestir í Lesikrókinum eru Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, Birita Matras Petersen, søgufrøðingur og 1. varatingfólk fyri Javnaðarflokkin, og Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.
Vertur er Helena Lamhauge-Mortensen.
Skaldsøgan Sigmundur og gullringurin blæsur nýtt lív í okkara gomlu Føroyingasøgu, og endamálið við henni er at leggja søguna fyri ein nýggjan lesaraskara og kveikja lív í fólkini og umhvørvið í søguni um Sigmund Brestisson og systkinabarn hansara og teirra hendingaríku lívsleið.
Skaldsøgan Sigmundur og gullringurin kom út í 2024. Tim Ecott hevur skrivað, Vagnur Streymoy týddi úr enskum, og Sprotin gevur bókina út – bæði á enskum og føroyskum.
Gestir í Lesikrókinum eru Jónleif Johannesen, skúlastjóri á Skúlatrøð, og Tjóðhild Patursson, vinnurekandi og skribentur.
Vertur er Helena Lamhauge-Mortensen.
Ein málvísindakvinna, sum er serfrøðingur í hóttum fámentum málum, ger av at broyta eitt lendi, har einki veksur, til eina Edenslund. Fólk í bygdini har í nánd fáa knappliga áhuga fyri málvísindum. Høvuðspersónurin fær upp í hendurnar handritið til eitt yrkingasavn eftir ein fyrrverandi næming sín, sum snýr seg um kærleikan hjá einum ungum manni til eina eldri kvinnu.
Í hesi skaldsøgu verður megin í máli og náttúru kannað, og spurnartekn sett við, hvørja ábyrgd menniskja eigur í nútímans skiftistíðum, har fáment mál og náttúrumargfeldi eru hótt.
Skaldsøgan Eden eftir Auður Ava Ólafsdóttir kom út í 2022. Í 2024 gav Sprotin bókina út í føroyskari týðing eftir Turið Sigurðardóttir.
Gestir í Lesikrókinum hesa ferð eru Kolbrún í Haraldsstovu, plantufrøðingur, og Jákup á Lakjuni, sum hevur eina samansetta MA í føroyskum og teologi.
Vertur er Helena Lamhauge-Mortensen.
Tá ið konan ein dagin gevur honum tveir møguleikar: annaðhvørt fær hann skil á vreiði síni, ella skiljast tey, varnast Alex, hvussu nógv hendan kenslan, vreiði, fyllir hjá honum. Alex ger av at fara í terapi, og her verður hann biðin um at tekna sína ættartalvu niður fyri at finna rótina til sína vreiði. Í beinari linju vísir vreiðin seg at stava frá kenda svenska rithøvundinum, Sven Stolpe, sum er abbi Alex í móðurætt. Hetta er byrjanin til eina kanningarferð hjá Alex, sum førir hann aftur til summarið 1932, tá ið omman byrjar eitt kærleikssamband við unga mannin og skaldið Olof Lagercrantz, og tá Alex sum 11 ára gamal vitjar Karin ommuna og Sven abban eitt vikuskifti í 1988.
Skaldsøgan Brenn øll míni brøv eftir svenska høvundin Alex Schulman kom út í 2018. Jákup í Skemmuni týddi úr svenskum, og Sprotin gav bókina út í 2024.
Gestir í Lesikrókinum eru Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri á Listasavni Føroya, Bjarni Arge, miðlafrøðingur og samskiftisfólk, og Annika Magnussen Gaard, sóknarprestur á Tvøroyri.
Vertur er Helena Lamhauge-Mortensen.
Maria Stuart er bara seks dagar gomul, tá ið hon í 1542 verður drotning í Skotlandi. Sum sekstan ára gomul verður hon har umframt drotning í Fraklandi. Seinni liggur hon í stríði við Elizabeth I um rættin til ensku trúnuna. Lívið hjá Mariu Stuart lagaði seg sum ein ógvisligur tilburður fyri og annar eftir, til hon endaði sínar dagar á høggstabbnum í 1587.
Eysturríkski rithøvundurin Stefan Zweig skrivaði kenda bók um Mariu Stuart. Hesa bók hevur Edvard Olsen týtt til føroyskt, og Sprotin gevur út.
Gestir í Lesikrókinum eru Sirið Stenberg, Torbjørn Jacobsen og Andras Sólstein.
Vertur er Eyðun Klakstein.
Menniskjasøgan hugsavnar seg í høvuðsheitum um mannin. Tað eru í mestan mun menn, sum hava skrivað søguna, og nógvir teirra eru púra býttir av stóra veiðimanninum, sum fór rennandi á tveimum beinum út á savannuna at veiða. Kvinnuna hava teir líkasum tagt burtur.
Tað heldur walisiska Eliane Morgan, sum hevur skrivað nógv umtalaðu og umstríddu bókina Hvaðan kom kvinnan. Hon leggur fram annað ástøði um, hvussu menniskjan hevur ment seg, og hon skrivar kvinnur og børn inn í menningarlæruna.
Bókin, sum kom út í 1972, er víða gitin og kann framvegis skapa kjak, og nú er hon komin í føroyskari týðing eftir Pól Jespersen. Sprotin hevur givið út.
Gestir í Lesikrókinum eru Elin Lindenskov, Kári Purkhús og Pól Jespersen.
Vertur er Eyðun Klakstein.
Í útriðjuni av Istanbul eru unglingin Cem og brunngravarin Mahmut farnir at leita eftir vatni. Undir brennandi sólini grava teir seg alt longur niður í lendi, og um kvøldarnar leita teir sær stundum inn í býin at keypa vøru og taka sær av løttum.
Eitt kvøldið hendir nakað, sum fær stóra ávirkan á lívið hjá Cem. Hann fær eygað á eina vakra, reyðhærda kvinnu og verður púra burtur í henni.
Samstundis gongur striltið hjá Mahmut meistara at finna vatn, men teir halda fram við arbeiðnum. Ein dagin hendir nakað vanlukkuligt, sum fær stórar fylgjur fyri lívið hjá Cem.
Skaldsøgan "Reyðhærda kvinnan" er ein bergtakandi søga um ættarbond og kærleika, um eystur og vestur, siðvenju og nútíðarrák eftir ein av nútíðarinnar stóru frásøgumonnum, Orhan Pamuk. Pauli Nielsen týddi til føroyskt, og Sprotin gav út.
Gestir eru Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Brandur Mortensen Nolsøe og Annika Egholm.
Vertur er Eyðun Klakstein.
From the publisher's feed