SPROTIN

SPROTIN

By SPROTINArtsBooks
Download on the App Store

SPROTIN episodes

  • Staklutirnir

    Staklutirnir er ein skaldsøga við fýra persónlýsingum og túsund staklutum, um tumlaðar fikkubøkur, psykedeliskan dans og nøtrandi fjáltur. Hvat er tann perfekti millenniumkjólin? Kann eitt elskað menniskja veruliga hvørva? Og hvør er tað í roynd og veru, sum skal myndast, persónurin á myndini ella tann, sum heldur á penslinum?

    Svenski rithøvundurin Ia Genberg skrivaði skaldsøguna. Jákup í Skemmuni týddi, og Sprotin gav út.

    Tey, ið umrøða bókina, eru Turið Johannessen, Rakul í Gerðinum og Urd Johannesen.

    Vertur er Eyðun Klakstein

    51 min
  • Kærleikin

    Laki Sarris nærkast teimum fjøruti, hann er giftur við Lenu, og tey eiga fýra ára gamla Jóhan. Lívið verður endavent, tá ið Laki verður fullkomiliga burtur í aðrari kvinnu – ein so ógvisligur kærleiki fær vald á honum við einum longsli, sum ger, at skilvísi er óhugsandi. Hann elskar bæði konu sína og ta nýggju kvinnuna. Hvat skal hann gera? Hvat fær hann gjørt? 

    Theodor Kallifatides hevur skrivað skaldsøguna "Kærleiki". Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt, og Sprotin gav út. 

    Tey, ið umrøða bókina, eru Ragnhild Ellingsgaard og Jústinus Leivsson Eidesgaard.

    Vertur er Eyðun Klakstein.

    52 min
  • Merking

    Fríða Ísberg hevur skrivað hugvekjandi skaldsøguna "Merking", sum eitt nú viðger, hvussu javnvágin millum einstaklingarættindi og samfelagsáhugamál skal vera. Turið Sigurðardóttir týddi bókina til føroyskt, og Sprotin gav út.

    Íslendska tjóðin er klovin, onnur helvtin vil hava tryggari samfelag, hin helvtin rættvíst samfelag. Høvuðspersónarnir í skaldsøguni, Vetur, Oya, Ólavur og Tristan, hava øll noyðst at laga seg til tað nýggja siðalagið, og fyri framman er tjóðaratkvøða um, hvørt merkingarskylda skal vera lógarbundin. 

    Gestir í Lesikrókinum eru Katrin Kallsberg, Poul Guttesen og Turið Sigurðardóttir.

    Vertur er Eyðun Klakstein.

    53 min
  • Fiskahúsið

    Tann miðaldrandi Jón og tann eldri pápabeiggin Ívar fara niðan til smáttuna við vatnið at vera í eina viku. Teir seta gørn um kvøldið, taka tey upp tíðliga á morgni, og síðan snýr tað seg um at eta nakrar máltíðir og práta saman.

    Ívar hevur gjørt av, at Jón skal arva smáttuna, økið rundan um og rættindini til at fiska í vatninum. Jón er tónleikari og hjálparlærari, og hann hevur ongantíð fingist við slíkt og hevur ongan áhuga í tí. Nú skal hann læra at fiska, hvussu og hvar og nær, at røkja stovnin, at hagreiða fongin og gera burturúr.

    Pápabeiggin hevst alla tíðina at honum. Spenningurin millum teirra veksur av øllum atfinningunum, og spurningarnir gera, at Jón verður noyddur at endurskoða sítt egna lív. Vil hann sættast við lívið soleiðis, sum tað er vorðið? 

    Stein Torleif Bjella hevur skrivað bókina "Fiskahúsið". Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt.

    Tey, ið umrøða bókina, eru Magnus Gaard, Jóhanna Lava Køtlum og Finnur Lützen.

    Vertur er Eyðun Klakstein.

    47 min
  • Upplesarin

    "Upplesarin"  er ein tølandi søga um kærleika og loyndarmál, ræðuleikar og samkenslu

    Summarið 1958 verður heilt serligt fyri 15 ára gamla Michael Berg. Ein dagin hittir hann 36 ára gomlu Honnu Schmitz, sum býr nærindis. Tey fáa eitt heilt serligt samband, sum kemur at ávirka tey restina av lívinum. 

    Í Lesikrókinum verður bókin "Upplesarin" umrødd. Týski rithøvundurin Bernhard Schlink skrivaði, og Beinir Bergsson týddi til føroyskt.

    Gestir eru Marjun Bæk, Eirikur í Jákupsstovu og Eilen Anthoniussen. 

    Vertur er Eyðun Klakstein.

    49 min
  • Pløg beinagrindir teirra deyðu

    "Pløg beinagrindir teirra deyðu" er bók um heldur øðrvísi kvinnu, áhugamál og atburð hennara. Bókin er eisini øðrvísi krimisøga – skemtilig og hugvekjandi.

    Pólski rithøvundurin Olga Tokarczuk skrivaði, Vagnur Streymoy týddi til føroyskt mál, og Sprotin gav út.

    Janina er komin nakað til árs og hevur búsett seg í fjarskotnari bygd har suðuri í Póllandi nærindis markið til Kekkia. Hon hevur lítið lærarastarv ein dag um vikuna, og um veturin ansar hon eftir summarhúsunum har á leiðini. Stóra áhugamál hennara er astrologi, og hon hevur stóran samhuga við djórum.

    Hendingarnar í bókini taka ferð á seg, tá ið ein veiðimaður doyr undir løgnum umstøðum. Síðani doyr løgreglusstjórin og illgruni er um dráp. Løgreglan er í villareiði, men Janina heldur seg síggja eitt mynstur í gátuni.

    Gestir í Lesikrókinum eru Ben Arabo, Gunvør Balle og Jústinus Eidesgaard

    Vertur er Eyðun Klakstein.

    51 min
  • Ukrainska dagbókin

    Tá ið ukrainski forsetin VIktor Janukovitj í 2013 noktaði at skriva undir samstarvsavtalu við ES, fóru fólk út á gøturnar at mótmæla. Miðdepilin fyri mótmælini var Frælsisplássið – Maidan – í Kiev.

    Sum fráleið harðnaði stríðið millum mótmælisfólk, myndugleikar og prorussiskar bólkar, og tað leiddi til kollvelting í Ukraina. Um sama mundið tók Russland Krim hálvoynna, ukrainski forsetin flýddi til Russlands, og stríðið í Donbas har eystur í Ukraina varð alt meira blóðugt.

    Nærindis Frælsisplássinum í Kiev búði rithøvundurin Andrej Kurkov, og hann skrivaði hugleiðandi dagbók um hendingarnar. Hann skrivaði um politisk viðurskifti, um mótmæli og samanbrestir og um gerandisligar hendingar í egnum lívi.

    Í Lesikrókinum verður "Ukrainska dagbókin" hjá Andrej Kurkov viðgjørd. Gestir eru Dánial Hoydal, Liljan Weihe og Páll Oddur Rubeksen.

    Vertur er Eyðun Klakstein.

    58 min
  • Renna úlv
    RENNA ÚLV

    Lívið hjá veiðimanninum og skógrøktarmanninum Ulf Norrstig broytist, samstundis sum hann hittir ein úlv í skóginum nærindis heimið. Hendan løtan saman við úlvinum fær stóra ávirkan á Ulf, sum fer at hugsa nærri um náttúruna, veiðina og lívið. Svenski rithøvundurin Kerstin Ekman hevur skrivað bókina "Renna úlv". Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt, og Sprotin gav út. 

    Gestir í Lesikrókinum eru Aref Tórson Olsen, Dorthe Pedersen og Jens Christian Carlsson. Vertur er Eyðun Klakstein.


    51 min
  • 304 dagar

    Skaldsøgan “304 dagar” er um kríggj og vinalag, kærleika og familju, og um hvussu ein krígsveteranur úr Afganistan roynir at fóta sær í friðinum heima.

    Nicholas, sum er krígsveteranurin úr Afganistan, stendur einsamallur í skóginum oman fyri húsini, til reiðar at beina fyri sær, tá ið tað gerst honum greitt, at hann verður noyddur at siga næstringum sínum frá ætlanini. Hann lovar mammuni at halda sær á lívi til jóla, sum liggja 304 dagar fyri framman.

    Ígjøgnum 304 brot verða tvær søgur sagdar: Nicholas fer í kríggj, tí hann vil vera við til at gera heimin til eitt betri pláss, men endar við at fáa sítt egna lív skrætt sundur í smápetti. Arman er trý ára gamal, tá ið Sovjet ger innrás í Afganistan. Sum vaksin fer hann upp í Taliban fyri at verja land sítt – millum annað fyri norskum hermonnum.

    “304 dagar” er skaldsøga um kríggj og vinalag, kærleika og familju. Hon snýr seg um, hvussu lív okkara eru vovin saman til eina frásøgn, sum toyggir seg fleiri túsund ár aftur. Fyrst og fremst snýr hon seg um bardagan at koma fyri seg eftir eitt krígstrauma og at royna at yvirliva í friðinum.

    Trý fólk viðgera bókina í Lesikrókinum hesa ferð. Tey eru Anna Debes Hentze, sálarfrøðingur, Dánjal av Rana, stjórnmálafrøðingur, og Marjun í Kálvalíð, prestur.

    Vertur er Eyðun Klakstein.

    55 min
  • Bardagin um Troiuborg

    Í skaldsøguni “Bardagin um Troiuborg” verður Illionskvæðið um stríðið í Troia flættað saman við fólkum í lítlari grikskari bygd, sum nasistar hava hersett undir seinna heimsbardaga.

    Vit eru stødd í lítlari bygd í Grikkalandi, sum týskarar hava hersett undir seinna heimskríggi.

    Ímeðan bumburnar frá bretskum bumbuflogførum regna niður yvir bygdina, fer lærarinnan við børnunum í lívd í helli og fer undir at siga teimum søguna um Troia. 

    Vit fylgja eisini gongdini í bygdini, har týskarar leita eftir einum mótstøðufólki, sum hevur verið við til at drepa týskan heryvirmann, samstundis sum gerandisdagurin í bygdini skal halda fram. 

    Søgurnar um Troia og um týsku hersetingina av griksku bygdini verða flættaðar saman í skaldsøguni “Bardagin um Troiuborg”, sum Theodor Kallifatides skrivaði. Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt mál, og Sprotin gav út.

    Trý fólk viðgera bókina í Lesikrókinum hesa ferð. Tey eru Jóhanna Heðinsdóttir Wolles, samskipari hjá Farlit, Hans Jacob Kollslíð, lærari í mentanarfatan á Miðnámi á Kambsdali, og Annika Sølvará, stjóri á Granskingarráðnum.

    Vertur er Eyðun Klakstein.

    51 min

About SPROTIN

From the publisher's feed

Her kanst tú lurta eftir ymsu poddunum, sum koma út í Lesikrókinum hjá Sprotanum