SPROTIN

SPROTIN

By SPROTINArtsBooks
Download on the App Store

SPROTIN episodes

  • Morgun og kvøld

    Marna Jacobsen, Theodor Olsen og Christina Jensen viðgera bókina MORGUN OG KVØLD hjá Jon Fosse. Bókin er um byrjanina og endan á lívinum hjá útróðrarmanni á bygd. 

     Skaldsøgan Morgun og kvøld er í tveimum pørtum og er um byrjanina og endan á lívinum hjá útróðrarmanni á bygd í Noregi. Jon Fosse hevur skrivað bókina. Marna Jacobsen týddi til føroyskt, og Sprotin gav út. 

    Í fyrra partinum verður Jóhannes føddur. Pápin Ólavur er spentur, nú konan Marta skal eiga. Hon føðir vælskaptan drong, og pápin ætlar, at sonurin skal verða útróðrarmaður.

    Í seinna partinum er ein mansaldur farin framvið. Vit eru saman við Jóhannesi ein vanligan gerandisdag. Alt er, sum tað plagar at vera, men kortini kennist alt øðrvísi. Frá tíðliga á morgni til seint á kvøld undrar Jóhannes seg á, hvussu fremmant alt tykist. Guvarnir av ballinum eru øðrvísi, breyðbitin smakkar hvørki væl ella illa, fólk koma og fara, og allir lutir eru fjarari og hava mist vanliga evnistilfarið. Alt er har – og kortini ikki.

    Gestir í Lesikrókinum hesa ferð eru Christina Jensen, lærari á Miðnámi á Kambsdali, Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur, og Marna Jacobsen, ritstjóri, sum eisini hevur týtt dagsins bók. Vertur er Eyðun Klakstein. 

    52 min
  • Kóka bjørn

    Tað er summarið 1852 í Kengis í norðasta Svøríki. Prósturin og vekingarprædikumaðurin Lars Levi Læstadius tekur bókstavliga ein ungan sámadrong upp av veitarbakkanum. Jussi, sum drongurin eitur, er rýmdur heimanífrá undan harðskapi og svongd. Prósturin tekur hann við sær, og Jussi verður næmingur hansara og trúgvi fylgisneyti á plantufrøðiligu gonguferðunum á Pajala-leiðini. 

    Tá ið ein neytakona hvørvur og verður funnin deyð, og so ein onnur illa meidd, átekur prósturin sær við Jussa sum hjálparmanni uppgávuna sum detektivur. Bygdarfólkið ivast ikki í, at tað er ein stór og óð bjørn, sum herjar, men prósturin stúrir fyri, at ein nógv verri manndrápari er á vási. 

    Í Lesikrókinum hesa ferð viðgera vit bókina KÓKA BJØRN, sum er hugfangandi skaldsøga um, hvussu stórar hendingar raka ein lítlan heim. Hetta er ein krimisøga úr norðasta Svøríki, sum fer fram í einari fortíð, sum luktar av brennivíni, sveitta og svongd, og hetta er ein bók, sum fer beint í hjartað. 

    Gestir eru Barbara á Tjaldrafløtti, Enna Garðshorn Mikkelsen og Tina Jakobsen. Vertur er Eyðun Klakstein.

    48 min
  • Havbókin

    Tveir vinmenn fara á flot saman. Teir ætla sær at fiska hákelling. Teir eru í gummibáti, væl útgjørdir við ketum og veiri og hava rotið neytahøvd til agn. Teir eru eydnuríkir, og teir eru á veiðuferð eftir tí ómøguliga á Vesturfjørðinum í Lofoten.

    Meðan teir bíða – mangar og langar løtur allar ársins tíðir – siga teir søgur um hákellingar, greina lívið í sjónum, hugleiða um stórt og smátt, um sjógransking, vísindaligar hetjur, yrkjarar, listafólk, endaleysa stjørnuhimmalin og havdýpið undir okkum – upphavið til alt. 

    “Havbókin”, sum norski rithøvundurin Morten A. Strøksnes skrivaði, verður hámett sum ein tann allarbesta norska sakprosabókin. Edvard Olsen týddi til føroyskt. Sprotin gav út. 

    Gestir í Lesikrókinum eru Hjálmar Hátún, havfrøðingur, Turið Sigurðardóttir, bókmentafrøðingur, og Hanus Kjølbro, verðurmaður.

    Vertur er Eyðun Klakstein.

    51 min
  • Fontamara

    Kristianna Winther Poulsen og Gunvá við Keldu viðgera skaldsøguna “Fontamara”. Bókin viðger lívið á bygd í Italia undir fasismuni í milllumkrígstíðini

    “Fontamara” er søgan um fátæku bøndurnar í fjøllunum innan fyri Róm, sum gjørdust alsamt kroystari av teimum, sum áttu ríkiligt frammanundan, sum myndugleikarnir altíð stuðlaðu væl. Tá ið armóðin næstan ikki kundi gerast verri, løgdust teir á lívgevandi vatnið. Bøndurnir mótmæltu tað dýrasta, teir vóru mentir, og myndugleikarnir tóku ikki ímóti teimum við mýkindum. 

    Eirindaleyst og berkið, men eisini livandi, skemtiliga og við stórum kærleika verða hesi neyðstaddu og forfjónaðu fólk lýst, so bókin fekk alstóran áhuga víða um heim og sigst vera tann italska skaldsøgan, sum er komin út í flest útgávum um allan heim. Hon hevur eisini stóran almennan áhuga í okkara tíð, tí hon lýsir náttúruna í fasismuni og einaræðinum so djúpt og dyggiliga, at hon liggur púra ber. 

    Í Lesikrókinum hesa ferð viðgera vit skaldsøguna “Fontamara”, sum Ignazio Silone skrivaði. Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Sprotin gav út.

    Gestir eru Kristianna Winther Poulsen og Gunvá við Keldu. Vertur er Eyðun Klakstein. 

    47 min
  • Børn í heimsveldi

    Tá ið ST eftir seinna heimsbardaga sá dagsins ljós, kravdi altjóða samfelagið, at øll lond skuldu lata hjálondini frá sær og geva teimum sjálvstýri. Tað merkti, at Danmark skuldi hjálpa Grønlandi at fáa sjálvstýri. Men heldur enn at gera tað, fóru danskarar undir ætlan at innlima Grønland í danska ríkið. Hetta var gjørt við at fjala sannleikan fyri grønlendingum, við at lata ST villleiðandi upplýsingar um viðurskiftini og við at seta í verk nútímansgerð, sum skuldi gera grønlendingar meira danskar.

    Í Lesikrókinum hesa ferð viðgera vit virðisløntu bókina ”Børn í heimsveldi", sum Anne Kirstine Hermann skrivaði. Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Sprotin gav út.

    Gestir eru Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, og Bárður Larsen, løgfrøðingur. Vertur er Eyðun Klakstein.

    52 min
  • Blómudalurin

    Súsanna Skaale, Bergur Djurhuus Hansen og Ann Hermansdóttir tosa um bókina “Blómudalurin”, sum Niviaq Korneliussen skrivaði.

    Sjálvmorð er sum umfarssótt í Grønlandi. Øll kenna onkran, ið hevur tikið lívið av sær, og mong stúra fyri, at onkur av teirra nærmastu kann gera tað. Sjálvmorð er næstan vorðin ótolandi normalitetur, sum eingin tekur ábyrgd av. Tað, sum fólk hava vant seg við. 

    Hagtølini hjá løgregluni í Grønlandi siga ræðandi søguna. Millum 40 og 50 fólk hava á hvørjum ári síðan 2017 beint fyri sær. Árini frá 2017 til 2021 vóru 475 sjálvmorðsroyndir og 5.142 hóttanir um at beina fyri sær.

    Bókin Blómudalurin, sum vit umrøða í Lesikrókinum hesa ferð, sigur søguna um at liva í øllum deyðanum, sum eingin tosar um. Vagnur Streymoy týddi til føroyskt.

    Gestir í Lesikrókinum eru Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, Bergur Djurhuus Hansen, bókmentafrøðingur, og Ann Hermansdóttir, sóknarprestur. 

    Vertur er Eyðun Klakstein.

    54 min
  • Magellan

    Andras Sólstein, Randi Kúrberg og Jógvan Horn tosa um bókina “Magellan”, sum Stefan Zweig skrivaði.

    Í 1519 fór skipafylgið hjá portugisanum Ferdinand Magellan úr Spania við kós vestureftir. Magellan ætlaði at prógva, at tað bar til at sigla tvørtur um Suðuramerika og koma til Kryddoyggjarnar í Kyrrahavinum. Tey flestu mundu halda, at hetta var ørvitisferð, tí eingin visti um slíka siglingarleið. Men hetta gjørdist helst størsta og mest týðandi sjóferðin í mannasøguni. Hon broytti heimin, og hvussu vit hugsa um heimin. 

    Ferðin verður lýst í bókini “Magellan” hjá Stefan Zweig, sum Knút Olsen týddi til føroyskt. Hesa bók, ið Sprotin hevur givið út, viðgera vit í Lesikrókinum hesa ferð. 

    Tríggir gestir eru í Lesikrókinum. Andras Sólstein er søgufrøðingur og starvast sum savnsvørður á Norðoya Fornminnasavni. Randi Kúrberg er málfrøðingur og arbeiðir sum sjálvstøðug við rættlestri, týðing og skriving. Jógvan Horn er skipsførari og skipsverkfrøðingur, og hann er lærari á Vinnuháskúlanum. 

    Vertur er Eyðun Klakstein.

    54 min
  • Tollakur hjá Ingibjørg

    Poul Guttesen, Bjørt Samuelsen og Páll Oddur Rubeksen tosa um bókina "Tollakur hjá Ingibjørg"

    Einkjumaðurin Tollakur býr í lítlum húsi í dali burtur frá búðplássunum. Hann er deyðiliga sjúkur og greiðir frá lívinum og ymiskum hendingum. Tollakur hevur boðsent báðum børnunum at koma heim, tí hann hevur nakað at siga teimum. Tollakur ber myrkt loyndarmál.

    Skaldsøgan "Tollakur hjá Ingibjørg" umrødd verður viðgjørd í hesum Lesikrókinum. Norski rithøvundin Tore Renberg skrivaði, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt mál, og Sprotin gav út.

    Gestir eru Poul Guttesen, Bjørt Samuelsen og Páll Oddur Rubeksen. 

    Vertur er Eyðun Klakstein.

    54 min
  • Vatn er ein vátur logi

    Malan Marnersdóttir og Pál Weihe tosa um bókina “Vatn er ein vátur logi – ein lívssøga”, sum Carl Jóhan Jensen skrivaði.

    Hvat hendir, tá ið aldurin liðar tilvitið sundur, so tað alt í einum liggur sum eitt hálvlagt putlispæl í høvdinum við mongum villfremmandum brotum?

    “Vatn er ein vátur logi” tekur demens-spurningin upp frá einum tilveruligum sjónarmiði og gevur honum eina samtíðarliga vídd í einum føroyskum samanhangi. Hetta er lívssøgan hjá eini eldri kvinnu, eins og hon minnist hana í sínum viknaða sinnisliga tilstandi, einsamøll og yvirgivin í eini íbúð onkustaðni í miðbýnum í Havn. Tað skýmir fyri endanum. Ymiskt burturtrokað streingir á og heimsøkir hana fyri tað ógjørda í lívinum og forsømda, ikki síðst kærleikan.

    Gestir í Lesikrókinum eru Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, og Pál Weihe, yvirlækni og professari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

    Vertur er Eyðun Klakstein.

    50 min
  • Fáur fær tráðin heilt slættan

    Bergljót av Skarði, Jóan Pauli Joensen og Óluva Klettskarð tosa um bókina “Fáur fær tráðin heilt slættan”, sum Sólrún Michelsen skrivaði.

    “Fáur fær tráðin heilt slættan” er triðja bókin í røð, sum Sólrún Michelsen hevur skrivað um familju í Suðuroy. Tríbókaverkið fylgir Helenu og systkjum hennara – serliga systrunum – eftir at mamman doyr í barnsburði. Í hesi triðju bókini eru vit komin upp í 1920’ini og 1930’ini, og søgan gongur fyri seg bæði í Føroyum, her vit fylgja Helenu og hennara familju, og í Danmark, har systrar hjá Helenu búgva.

    Gestir í Lesikrókinum hesaferð eru Bergljót av Skarði, cand. mag í føroyskum og enskum (og bloggari), Jóan Pauli Joensen, professari í siðsøgu, og Óluva Klettskarð, cand. mag í søgu, føroyskum máli og bókmentum.

    Vertur er Eyðun Klakstein

    46 min

About SPROTIN

From the publisher's feed

Her kanst tú lurta eftir ymsu poddunum, sum koma út í Lesikrókinum hjá Sprotanum