SPROTIN

SPROTIN

By SPROTINArtsBooks
Download on the App Store

SPROTIN episodes

  • Hvør drap bambi?

    Hvør drap bambi?

    Í Lesikrókinum hesa ferð tosa Ragnhild Ellingsgaard, lærari, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, rithøvundur, og Marita Dalsgaard, sjónleikari, um bókina “Hvør drap bambi?”, sum Monika Fagerholm skrivaði. 

    Vit eru í einum glæsiligum forstaði, Villabýnum, tey kalla, og her búgva fólk, ið eru væl fyri. Í einum ljóðisoleraðum kjallararúmi dukar ein djúpur bassur. Tað er veitsla, og har hendir ein grov hópneyðtøka. Fýra ungir mans – úr góðum heimum, siga tey – gera seg ógvusliga inn á eina unga kvinnu, sum er fyrrverandi unnustan hjá tí eina unga manninum.

    Hetta er sentrala hendingin í virðisløntu bókini "Hvør drap bambi?", sum vit viðgera í Lesikrókinum hesaferð.

    Vertur er Eyðun Klakstein.

    54 min
  • Corpus delicti - eitt rættarmál

    Í Lesikrókinum hesa ferð tosa Símun Joensen, lærari, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, og Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, um bókina “Corpus Delicti – eitt rættarmál”, sum týska Juli Zeh skrivaði.

    Kropslig heilsa kemur fram um alt annað. Felagsskapurin fram um einstaklingin. Eftirlit fram um álit. 

    Soleiðis er dystopiska samfelagið í bókini “Corpus Delicti – eitt rættarmál”, sum vit umrøða í Lesikrókinum hesa ferð. Juli Zeh hevur skrivað skaldsøguna, sum kom út á fyrsta sinni í 2009. Anja Tell týddi til føroyskt, og Sprotin gav út. 

    Vertur er Eyðun Klakstein.

    48 min
  • Menn í mínari støðu
    Í Lesikrókinum hesa ferð tosa Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, Oddfríður Marni Rasmussen, rithøvundur, og Marna Jacobsen, cand.mag í føroyskum og nýliga fráfarin ritstjóri um bókina Menn í mínari støðu eftir Per Petterson. Vit tosa vítt og breitt um sorg og kreppu, og um hvussu menn handfara sorg og kreppu í bókmentum á høgum støði. Vertur er Eilen Anthoniussen.


    55 min
  • Heimurin, ið var

    Undirgangssøgan hjá Zweig er ein ávaring til okkara egnu tíð. Henda bókin er ikki bara undirgangssøga um Evropa, men ein skakandi vitnisburður um, hvussu djúpt vit kunnu søkka – og hvussu ófatiliga skjótt tað kann ganga. Í Lesikrókinum hesa ferð práta Óluva Klettskarð og Oddur á Lakjuni við Eyðun Klakstein.

    57 min
  • 1984

    Í Lesikrókinum hesa ferð tosa vit um vald, hatur, kærleika, eftirlit og tann serliga týdningin í at hava eitt mál. Bókin hesa ferð er klassikarin 1984 eftir George Orwell, og gestir eru Sámal Soll rithøvundur, Katrin Thorsvig Hansen, stjóri í Dátueftirlitinum, og Sólvit Nolsøe, stjórnmálafrøðingur. Vertur er Eilen Anthoniussen, og tøkningur er Rúni Eysturlíð.

    55 min
  • Bøn fyri Tjernobyl
    Hesa ferð verður bókin Bøn fyri Tjernobyl eftir Svetlanu Aleksijevitj umrødd í Lesikrókinum.
    Bókin vann heiðursløn Nobels fyri fagrar bókmentir í 2015.

    Edvard S. Olsen, týðari, Jóhanna Lava Køtlum, lívfrøðingur, og Uni Holm Johannesen, samfelagsfrøðingur, tosa um bókina. Eyðun Klakstein leggur til rættis.


    57 min
  • Ein annar er gull

    Nýggjur poddur um Ein annar er gull eftir Sólrún Michelsen. Bergljót av Skarði, Jóan Pauli Joensen og Súsanna Tórgarð skifta orð um skaldsøguna og tosa m.a. um Sanatoriið, forelskilsi, føroyskar kvinnur, sum fóru av landinum at arbeiða, og um flættuna sum súmbol upp á kynsligan aktivitet. Eilen Anthoniussen er vertur.

    57 min
  • Gentan í verðini

    Gentan í verðini eftir Katrin Ottarsdóttir. 
    Gestir í Lesikrókinum hesa ferð eru Helena Kannuberg, Djóni Nolsøe og Ria Tórgarð. Vertur er Eilen Anthoniussen. 

    58 min
  • Móðurmjólk

    Móðurmjólk er skaldsøga eftir lettiska høvundin Noru Ikstena, sum lýsir trupul móðir-dóttir viðurskifti millum tvær kvinnur og tvey lond. Nora Ikstena er virðisløntur høvundur, og føroyska týðingin av Móðurmjólk er tann 26.

    Gestir í sendingini hesa ferð eru Annika Hoydal, ljósmóðir, Rógvi Olavson, stjórnmálafrøðingur, og Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, og vit tosa m.a. um trauma, lívsneista og sjálvandi týdningin av móðurmjólk. Eilen Anthoniussen er vertur og tøkningur er Høgni Fagraberg.

    59 min
  • Whisper of Butterfly Wings 2:2
    Annar partur av prátinum, sum Poul Guttesen hevur við Kalpanu Vijayavarathan um yrkingasavn hennara ‚Whisper of Butterfly Wings', er framhald av undanfarna poddvarpi og heldur síðan fram inn í partin, sum er um trúgv. 


    43 min

About SPROTIN

From the publisher's feed

Her kanst tú lurta eftir ymsu poddunum, sum koma út í Lesikrókinum hjá Sprotanum