Landslagslistin tók seg av álvara upp í Føroyum um ár 1900. Tað vóru serliga teir tríggir Niels Kruse, Kristin í Geil og Jógvan Waagstein, sum - í tráð við vaksandi tjóðskaparkensluna - høvdu ans fyri føroyska landslagnum og bygdalagnum. Og tað varð skjótt, at eisini aðrir tóku táttin upp.
Sjálvlærdir landslagsmálarar ferðaðust í 1920- og 30 árunum kring oyggjarnar og málaðu føgur útsýni yvir fjørð og sund, bygdarløg og býlingar. Eisini henda greinin av listini mentist sum árini liðu, tað kendasta umboðið fyri hesar málararnar man vera Sigmund Petersen.