Føroya fyrsti professionelli myndlistamaður varð borin í Mykinesi, og hann tók navn eftir oynni. Sámal Joensen-Mikines tók eina tá í tíðini heilt óvanliga avgerð, tá hann valdi at gerast listamaður.
Gjørdi hann sum unglingar flestir í Føroyum tá, fór hann til skips. Hann kundi síðani sett búgv og livað sum sluppmaður og jarðarbrúkari.
Mikines búði ein stóran part av lívinum í Danmark, og í sendingini skulu vit millum annað hoyra um nakrar av hansara mest kendu málningum, eitt nú "Aftur av jarðarferð" og málningarnar av grindadrápi.