Faðirin at popptónleikinum í Føroyum. Tað fær illa verið nakar annar enn Simme, munnu flestu okkara vera samd um. Sum orkesturleiðari, musikkundirvísari og ljóðførisseljari hevur hann sligið navn sítt rimmarfast sum ein av fremstu undangongumonnunum í tónleikarsøgu okkara.
Sjálvt um hann nú gongur á 75. ári, hevur hann minni enn so sett guitaran frá sær enn - ei heldur urguna ella klaverið. Nei, Simme er "still going strong". Ikki bara sum tónleikari, men eisini sum yrkjari, málari, skjútti og mangt, mangt annað.
Lagt til rættis: Leivur Hansen.