Spurnarkappingin um staðarnøvn: Sandoyar sýsla, sum eisini umfatar Skúvoy og Dímun. Spurningarnar hevur Ólavur Clementsen gjørt, og hann er eisini dómari. Jógvan Joensen vann kappingina. Støðan í hálvleikinum var 14-14.
Í steðginum sang ein trio av Sandi, mannað av Fisher Johannesen, Aleks Jespersen og Christian Højsted. Jóhannes Johannesen spælir harmoniku. Teir syngja: Eg elski hitt gamla brimbarda býlið eftir Hans Dalsgaard.
Luttakarar: Jógvan Joensen, Jógvan í Oyrargarði, í Dali. Marius Clementsen, Marius á Klettum, á Sandi. Vertur: Leivur Hansen.