Hjúnini Ethel og Jákup Hansen á Regnavegi 8 hava hildið saman síðani í sekstiárunum. Ethel vaks upp í Onglandi og sum ung kom hon til Føroya at vitja ommuna og abban og familjuna, og hon fór ongantíð avstað aftur. Ethel situr nógv og arbeiðir í rúmliga seymirúminum, og Jákup, sum mong ár var skipari, fylgir framvegis væl við fiskiskapi og skipaferðslu. Hann er dagliga í Undirhúsinum á Toftakai og bæði eru tey virkin, tá tey eldru samlast í missiónshúsinum.