Tey, sum vit hitta á URD, siga øll, at tey trívast væl á hesum nýggja deplinum í Hoyvíkshaganum. Tey flestu eru komin higar, tí tey skulu venja og koma fyri seg aftur, so tey klára seg heima. Endamálið við stovninum er at hjálpa fólki at klára seg heima sum longst. Hvønn dag eru øll sum orka ein gongutúr. Tá tað viðrar, ganga tey runt húsið og um veðrið ikki er til vildar, ganga tey inni. Gongin er skapað sum eitt 8-tal, og tí er hon væl egnað til hesa gongd.