Íslendingurin Sævar Haldórsson, sum hevur búð í Vági í 38 ár, hevur Radioservice í Vági. Hann koyrir runt alla Suðuroynna og hjálpir fólki við sjónvørpum og aðrari tekniskari útgerð.
Sævar er samstundis vorðin ein sannur miðdepil í gerandisdegnum hjá nógvum monnum í Vági og øðrum suðuroyingum við. Summir eru pensjónistar, og aðrir koma í kaffisteðginum á arbeiðsplássinum til Sævar, og millum gestirnar eru eisini siglandi menn sum eru heima. Prátið gongur væl og søgurnar eru nógvar, meðan kaffið verður drukkið.