Henda lítla og vakra bygdin í Vágum verður fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum frá 1300-talinum. Søgnin sigur, at Gæsa kom úr Kirkjubø, har hon hevði mist jørðina, tí hon hevði etið kjøt í føstu. Eftir tað búleikaðist hon í Gásadali. Fyri nøkrum árum síðani fekk bygdin fast samband við tunnli, og tað hevur broytt nógv.
Fyrsta fólk vit møta tá vit koma til bygdina er klaksvíkingurin Heðin Olsen, sum er komin Gásadals eftir vatni til nýggju ølina hjá Føroya Bjór, ið hevur fingið navnið Múlafossur eftir kenda fossinum í Gásadali. Maltið til ølina kemur eisini úr Gásadali.