Mikladalsmaðurin Markus í Norðnástovu greiðir frá ymiskum, ið eyðkennir Mikladal. Umframt kópakonuni, greiðir hann m.a. frá søgnini um fyrsta motorin í Føroyum ella møguliga í verðini. Tað var mikladalsmaðurin Andrassarsímin, sum gjørdi hann í einari smiðju í heimbygdini. Markus greiðir eisini frá gomlu smiðjuni í Norðnástovu og hann hevur ein dreym um at fáa lív í eldsmiðjuna aftur.
Ragna Glerfoss er hørm um, at allar postadressurnar í Mikladali eru broyttar. Hon meinar, at adressan skuldi verið tann sama sum húsini, tí øll hús í bygdini hava navn.