25 minuttir

25 minuttir

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

25 minuttir episodes

  • 25 minuttir: Bára Silvansdóttir
    Bára Silvansdóttir gav sítt fyrsta staklag út í 2014. Síðani hevur hon givið fleiri stakløg út. Hon hevur seinastu tíðina gjørt vart seg á sosialu miðlunum, har hon hevur gjørt filmsbrot um svár evni, bæði tá tað við víkjur kroppin og sinnið. Á instagram bloggar hon um kropspositivitet, sum snýr seg um, at mann skal læra at elska seg sjálvan, júst sum mann er.
    Bára Silvansdóttir gav sítt fyrsta staklag út í 2014. Síðani hevur hon givið fleiri stakløg út. Hon hevur seinastu tíðina gjørt vart seg á sosialu miðlunum, har hon hevur gjørt filmsbrot um svár evni, bæði tá tað við víkjur kroppin og sinnið. Á instagram bloggar hon um kropspositivitet, sum snýr seg um, at mann skal læra at elska seg sjálvan, júst sum mann er.
    26 min
  • 25 minuttir: Dina Jensdóttir Bech
    Dina Jensdóttir Bech rekur heimasíðuna vakurleiki.fo, har hon bloggar og boðar frá kristindóminum. Hon viðger avbjóðingar, ið kristindómurin møtir anno 2018, har nógvir kritiskir spurningar verða settir.
    27 min
  • 25 minuttir: Astrið Foldarskarð
    Astrið Foldarskarð hevur livað eina tilveru, ið hevur verið merkt av strembanini eftir at vera best. Hon hevur verið elitu-svimjari og luttikið í donsku vakurleika kappingini ”Miss Danmark”. Hon er tó ikki liðug at kappast, tí í næstum fer hon í holt við eina nýggja verkætlan.
    26 min
  • 25 minuttir: Trygvi Danielsen
    Hann hevur víst sínar dygdir í fótbólti, sum rithøvundur, tónleikari og leikstjóri. Multi-talentið Trygvi Danielsen leitar ígjøgnum sína list eftir tí, hann skal leita eftir. Harafturat er humor eisini ein týdningarmikil partur av hansara tilgongd.
    Trygvi vann sement kappinga í 2013 saman við bólkinum The Absent Silver King. Sama árið fekk hann virðisløn til ungt listafólk, sum Mentamálaráðið lat. 
    Í filmsvinnuni hevur tað eisini ligið væl fyri hjá Trygva. Hann vann í ár Geyta-virðislønina fyri filmin ”111 góðir dagar”.  Fyri stuttum vann hann eisini FMA virðisløn sum ársins nýggja navn undir navninum ”Silvur drongur”.
    26 min
  • 25 minuttir: Katrin Ottarsdóttir
    Katrin Ottarsdóttir er fyrsti føroyingur, ið er útbúgvin av danska filmsskúlanum. Í 1982 stóð hon, bert 23 ára gomul, við próvnum í hondini. Síðan 1982 hevur hon verið sera virkin bæði innan films- og bókmentalist. Yvirlitið yvir filmar av ymiskum slagi er langt. Tað telur bæði spælifilmar, heimildarfilmar, stuttfilmar og sjónbandaløg, og bókaútgávurnar eru í dag fýra í tali. Tvey yrkingasøvn og tvey stuttsøgusøvn, hevur Katrin givið út. Fyri fyrsta yrkingasavn sítt, Eru koparrør í himmiríki frá 2012 fekk Katrin Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens í 2013, og bókmentir hennara eru týddar til danskt mál. Í hesum døgum er Katrin í Føroyum í samband við nýggja stuttsøgusavn sítt við heitinum, 43 bagatellir. Eitt savn av søgum, hvørs avbjóðing var, at hvør søga í mesta lagi mátti vera á 301 orð við yvirskrift.
    25 min
  • 25 minuttir: Eyðun Johannessen
    Gestur í 25 minuttum er Eyðun Johannessen, sjónleikari og leikstjóri.
    Eyðun er fyrsti útbúni føroyski sjónleikarin, hann hevur í meira enn hálva øld verið ein sera virkin leikstjóri í Føroyum og Danmark og øðrum londum við, hann hevur sett fleiri enn 200 leikir upp - m.a. á Kongliga Leikhúsinum í Keypmannahavn - og er ein av stórvirknastu leikstjórum í danskari teatursøgu.
    Eyðun breyt upp úr nýggjum í føroyskari leiklist í 60- og 70-árunum. Hann skipaði eisini fyri mongum leikum í føroyska útvarpinum, ikki minst í Barnaútvarpinum - hvør minnist ikki Fólk og dólgar í Kardumummubýi og Dýrini í Valbakkaskóginum?
    Bæði børnini hjá Eyðuni - Olaf og Annika - eru eisini bæði sjónleikarar. Eyðun fyllir 80 seinni í vár, og er í løtuni í ferð við at leggja seinastu hond á bókaverk um ævisøgu sína, sum Sprotin gevur út í samband við føðingardagin.
    25 min
  • 25 minuttir: Carl Jóhan Jensen
    2. desembur rundaði høvundin, Carl Jóhan Jensen tey seksti. Dagin eftir, 3. Des. kom út fimta skaldsøga hansara, Sær – ein fuglabók av gloymsku út. Carl Jóhan smæðist ikki. Tá skaldsøga hansara Ó – søgur um devulsskap kom út segði hann, at hetta var besta skaldsøga skrivað á føroyskum í fjøruti ár. Tá nýggja skaldsøgan var í gerð frættist frá høvundanum, at komandi bókin var besta skaldsøga í 2017. Hóast bráneggjaður og við fyrsta eygnabrái, sjálvupptikin, er Sær ein nemandi og hjartalig lýsing av kvinnu, ið veksur upp í einum illa virkandi heimi í Brekkugøtu í Havn í fimtiárununum. Hon roynir flog, men ber til at gloyma ella sleppa undan upphavinum og upprunanum?
    25 min
  • 25 minuttir: Vigdis Hjort
    Norski høvundin, Vigdis Hjort, ið hevur fleir enn 20 verk á baki, hevur vakt miklan ans bæði í heimlandinum og í útheiminum við skaldsøguni, Arv og miljø, ið snýr seg um eina arvauppgerð millum fýra systkin. Í orrustuni og í kjalavørrinum á deyða pápa teirra koma viðurskifti undan kavi, sum prógva og minna á, at alt er ikki soleiðis, sum tað sær út á vøkru, óspiltu útsíðuni á familjuni. Millum annað dagar kynsligur ágangur, avvísingar og misskjilingar fram. Fyri Arv og Miljø varð Vigdis Hjort í uppskoti til Norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2017.
    25 min
  • 25 minuttir: Thijs van Leer
    Í 25 minuttum hitta vit hesaferð hollendingin Thijs van Leer, sum var høvuðsmaður og tónaskald í bólkinum Focus. Focus var tónleikabólkur, sum vakti stóran ans fyrst í 70-árunum. Bólkurin samansjóaði klassiskt ávirkaðan fusjónstónleik við instumentalan rokktónleik. Nøkur av kendastu løgunum eru perlur, ið hava støðu sum klassikarar - eitt nú sangirnir Hocus Pocus og Sylvia. Kringvarpið hitti Thijs van Leer í 25 minuttir, tá ið hann saman við núverandi manningini í Focus vitjaði í Føroyum í heyst.
    25 min
  • 25 minuttir: Guðmundur Andri Thorsson
    Guðmundur Andri Thorsson er íslendskur høvundi og politikkari. Hann hevur skrivað eina sera vakra bók um kenda pápa sín, Thor Vilhjálmsson, ið á donskum hevur fingið heitið, Og så trille, tulle, rulle vi. Bókin er ein mynd av pápanum, ið var ein sera egin maður, ið bæði var krevjandi, kærleiksfullur, avantgardistiskur, modernaður og sjálvglaður, sum kravdi nógv av teim hann hevði kær. Ikki minst av konuni, ið bæði stóð fyri reinskrivan av handritunum hjá manninum, samstundis sum hon var fulltíðararbeiðandi tíðindakvinna, ansaði børnum og húsi.
    25 min

About 25 minuttir

From the publisher's feed

25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini.

More shows like 25 minuttir

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners