25 minuttir

25 minuttir

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

25 minuttir episodes

  • 25 minuttir: Búi Rouch
    Búi Rouch hevur drúgvar royndir innan samtíðardans, koregrafi og sjónleik. Hetta heldur hann vera ein styrki, tí hesar listagreinarnar hanga nógv saman.
    - Dansur kann vera søguforteljing, men eg havi mest arbeitt við at lýst evnir ella fyribrgidir, sigur Búi Rocuh.
    Innan dans hevur hann serliga viðgjørt evni sum seksualitet, ognartøka, patriarki og digitalar miðlar.
    Búi Rouch býr í München í Týsklandi, har hann starvast og undirvísir á einum dansi-akademi. Men hann ætlar sær at flyta heim til Føroyar, har hann hevur fleiri verkætlanir fyri framman.
    Búi Rouch hevur í ár fingið Virðislønina til ungt listafólk og tær 50.000 krónurnar, sum fylgja við. Virðislønin til Ungt listafólk varð latin Búa Rouch fyri sansaligu rørslurnar og evnini at føra okkum gjøgnum dansin.
    25 min
  • 25 minuttir: Høgni Rasmussen
    Hann hevur drúgvar royndir innan marknaðarførlsu, sum hann hevur arbeitt við í 32 ár. Fyri trimum árum síðani upplivdi hann størstu lívskreppu sína, tá hann var blakaður úr fyritøkuni, hann sjálvur var við til at stovna.
    Útblakingin gjørdi, at Høgni – bókstaviliga – fór at ganga aðrar leiðir. Hann fór ein Caminotúr, har hann skrivaði dagbók – og fyri stuttum gav hann so bókina ”Mín caminodagbók” út.
    26 min
  • 25 minuttir: Steintór Rasmussen
    Høvundin, tónleikarin, lærarin, festivalfyriskiparin við mongum meira, Steintór Rasmussen liggur ikki á latu síðuni. Seinastu trý árini hevur hann m.a latið úr hondum tríggjar brotsskaldsøgur, har bindiklubburin úr fiktiva føroyska býnum, Norðvík, er snúningsdepilin.
    Umframt høvundavirksemi er Steintór virkin í daglia starvi sínum sum undirvísari, harumframt hevur hann familju, skipar fyri festivali og spælir tónleik.
    Hvussu fær hann stundir til alt hetta virksemi? Hvussu leggur hann virksemi sítt til rættis? Og er ein nýggj krimi ávegis?
    26 min
  • 25 minuttir: Michael Hardinger
    Michael Hardinger man hava skrivað nøkur av best umtóktu donsku poppløgunum yvirhøvur. Hann var ein av høvuðsmonnunmum í bólkinum Shu-bi-dua, sum var virkin frá 1973 til 2011. Hesi árini gav bólkurin út átjan LP-plátur og fløgur. Ikki færri enn seks milliónur eintøk eru seld av hesum útgávum. Tað er met í plátusølu í Danmark. Nógvir av sangunum við sínum hugfangandi løgum og rámandi donsku tekstum eru tí vorðnir fólkaogn. Nevnast kunnu "Hvalborg", "Den røde tråd", "Vuffeli-vov", "Danmark", "Sexchikane" o.a. Michael Hardinger var lagsmiðurin í Shu-bia-dua. Í summar framførdi hann á Voxbotn í Havn. Tá hitti Suni Merkistein hann í 25 minuttir.
    25 min
  • 25 minuttir: Cecilia Jacobsen
    Ímynda tær at verða uppfatað sum nakað annað, enn tað tú ert. At kynsbúningin gerst ein marra, tí at kroppurin mennist til nakað annað, enn tú kennir teg sum. Hetta kennir 28 ára gamla Cecilia Jacobsen av Toftum alt til. Hon hevur sína barna- og undómstíð stríðst við einum kroppi, ið lívfrøðiliga hevur verið nakað annað, enn hon er. Cecilia Jacobsen er tvørkynd, men í dag fyllir hetta ikki nógv hjá henni. Hon fekk skurðviðgerð, tá hon var 21 ára gomul og hevur sostatt livað við einum kroppi, ið samsvarar við hennara kyn í sjey ár. 
    Tvørkyndleikin hevur havt nógva happing og háðan við sær, sum hevur tyngt hana nógv. Í dag brúkar hon tað til nakað jaligt og arbeiðir sum "Life Coach". Hon ynskir at læra onnur, hvussu tey gerast glað fyri lívið - eisini hóast tey hava upplivað djúpa sálarkvøl. Hetta er hevur hon sjálv stríðst við leingi, men er komin á mál.
    25 min
  • 25 minuttir: Árni Olafsson
    Hann var ráðgevi í danska uttanríkisráðnum í 37 ár, og so var hann eisini ráðgevi hjá føroyska landsstýrinum av og á. Hann starvaðist í Tinganesi í 80 árunum, tá ið fleiri avgerðir vórðu tiknar, sum vóru atvold til kreppuna fyrst í 90 árunum.
    25 min
  • 25 minuttir: Jóannes Eidesgaard
    Hann hevði eina langa politiska yrkisleið, frá 1980 til 2011. Hann var býráðslimur, løgtingsmaður, landsstýrismaður og løgmaður. Hann fekk hug at blanda seg í politikk sum 27 ára gamal, og javnaðarhugsjónin var tað, sum sampakkaði best við hansara menniskja- og samfelagsuppfatan.
    29 min
  • 25 minuttir: Svend Aage Ellefsen
    Hann var valdur á løgting fyri fólkaflokkin í 1980, tá ið bróðurin Pauli Ellefsen, sáli, var løgmaður.
    Hann var eisini landsstýrismaður í ringastu kreppuárunum frá 1991 til 93 í síðsta landsstýrinum hjá Atla Dam.
    Hann er eisini fyrrverandi reiðari - í dag rekur hann gistingarhús í Havn.
    26 min
  • 25 minuttir: Todi Jónsson
    - Nógv vilja gjarna tosa um fótbólt við meg. Eg tími ikki at snakka um fótbólt. Eg orki ikki at snakka um fótbólt.
    Tað sigur 46 ára gamli klaksvíkingurin Todi Jónsson, sum í dag altíð roynir at arbeiða við onkrum, ið ikki hevur við fótbólt at gera. Todi Jónsson er fyrsti føroyingurin, sum av álvara gjørdi um seg uttanlands.
    Í Danmark hevur hann enn legendu-status fyri avrikið í FCK. 
    Hann spældi í átta ár í felagnum FCK. Í fleiri førum átti hann metið sum mest skorandi leikari. Trettan ár eru liðin síðani, at Todi Jónsson gavst í felagnum. Men Todi er komin víðari og tímir ikki at fáast við fótbólt meira.
    28 min
  • 25 minuttir: Jóannes Jakobsen
    Hann syngur, málar, og hann skrivar løg. Jóannes Jakobsen hevur fingist við nógvar ymiskar listagreinar. Hann hevur givið tríggjar fløgur út, har allar komu út í 90'inum. Tíðin, tá brennandi ynski um fullveldi valdaði.
    Hann hevur eina menniskjasliga og pedagogiska tilgongd til alt, hann fæst við. Í fleiri ár hevur hann arbeitt við fólki, ið hava menningartarn. Reyði tráðurin hjá Jóannesi er, at alt skal vera í samspæl við menniskju, og at tað hevur týdning at vera um menniskju,
    25 min

About 25 minuttir

From the publisher's feed

25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini.

More shows like 25 minuttir

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners