25 minuttir

25 minuttir

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

25 minuttir episodes

  • 25 minuttir:Sakaris Stórá
    Sakaris Storá hevur fingist nógv við film seinastu árini. Í ár hevur hansara nýggi føroyski spælifilmur ”Dreymar við havið” gingið í biografinum. Afturmeldingarnar hava verið góðar, og nú fer ungi skopuningurin víðari út í heim við spælifilminum.
    26 min
  • 25 minuttir: Kirsten Thorup
    Vinnarin av Norðurlendsku bókmentavirðislønini, danski høvundin, Kirsten Thorup hevur verið virkin síðan sekstiárini, tá hon debuteraði sum yrkjari. Mest kend  er hon tó fyri skaldsøgur sínar, m.a. Jonnabøkurnar, Baby, Bonsai og Himmel og helvede, ið allar hava tað í felag, at tær snúgva seg um sosial viðurskifti, mannalagnan er snúningsdepilin og tað er aloftast tær skeivu verurnar í samfelagnum, ið verða viðgjørdar.
    Skaldsøgan, Torup fekk bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins fyri kallast, Erindrindinger om kærlighed, og snýr seg um móðir, dóttir sambandið, ið hevur avbjóðingar fyri báðar partar.
    26 min
  • 25 minuttir: Ronnie Midjord
    Hann hevur arbeitt í heilsuverkinum í 45 ár, meginpartin av tíðini á Tvøroyri, men seinastu mánaðirnar hava vit sæð hann í starvinum sum fyribilsstjóri á Landssjúkrahúsinum. Í sendingini hesaferð hitta vit Ronnie Midjord og fara eisini aftur um stjóran.
    25 min
  • 25 minuttir: Christina Rosendahl
    Christina Rosendahl er danskur filmsleikstjóri. M.a hevur hon framleitt heimildarfilmin, Stjernekigger, um bólkin Swan Lee, og spælifilmarnar, Idealisten og Supervoksen.
    1. november 2017 var heimildarfilmur hennara, Vold i kærlighedens navn frumsýndur í filmsleikhúsum kring Danmark, og á altjóða degi fyri avtøku av harðskapi móti kvinnum, 25. november varð filmurin sýndur í Norðurlandahúsinum. Filmurin er hin einasti av sínum slagi í ríkinum, tí Rosendahl er hin fyrsta at sleppa inn um læstu dyrnar í kreppuhúsinum fyri kvinnur, raktar av harðskapi, Danner í Keypmannahavn. Í fimm ár fylgir Rosendahl kvinnum og starvsfólki í húsinum í teirra arbeiði í at sleppa úr harðskapinum, og út aftur í lívið sum heil menniskju.
    26 min
  • 25 minuttir: Hanus Kjølbro
    Veturin í ár, hevur verið tann lýggjasti vetur, síðan Danmarks Meterologisk Institut, fór undir at gera mátingar í Føroyum, fyri meiri enn 100 árum síðani.
    Miðalhitin vetrarmánaðirnar var 6,1 hitastig, og eru tað góðar 2,5 stig hægri, enn miðalhitin hevur verið tey seinastu 30 árini.
    Men um jóltíðir komu ódnirnar. Serliga tær báðar ódnirnar, ið raktu Føroyar tollaksmessudag og jóladag vóru ógvusligar.
    Í sendingini tosar Kári Sólstein við veðurkøna Hanus Kjølbro, um veðrið í heyst og eisini útgreinar hann tær báðar jólaódnirnar.
    25 min
  • 25 minuttir: Magni Mohr
    Í 1994 fór Magni Mohr til Keypmannahavnar at lesa ítrótt á universitetinum. Tað gjørdist byrjanin á eini starvsleið, sum higartil hevur givið honum royndir í donsku Superliguni, italsku Seriu A og ensku Premier League. Strembanin er altíð eftir at skapa nýggja vitan við at sameina vísund og praktiskt spæl, sigur Magni Mohr, sum vitjar 25 minuttir hesaferð.
    25 min
  • 25 minuttir: Heri Ziska
    Heimsins oljufeløg fáa nú aftur møguleikan at bjóða seg til at leita eftir olju undir Føroyum. Í sendingini spyrja vit, hví tað er áhugavert at leita eftir olju undir Føroyum? Hvat er funnið? Og hvat siga nýggju tulkingarnar av seismikkinum, um føroysku undirgrundina? Heri Ziska, jarðfrøðingur á Jarfeingi, er gestur í sendingini.
    27 min
  • 25 minuttir: Hanus Samró
    Hann er bert 28 ára gamal. Hann hevur sitið í Løgtinginum fyri fólkaflokkin, hevur givið 6 bøkur út, og hevur í dag sína egnu fyritøku, sum eitur Ó.
    Hóast ungur og raktur av sjúku, fær Hanus Samró nógv og ymiskt av skafti.
    26 min
  • 25 minuttir: Bogi Hansen
    Miðalhitin á jørðini í fjør var 14.8 hitastig. Hetta er tað mesta menn vita um seinastu 150 árini mátingar eru gjørdar. Bogi Hansen, havfrøðing, hevur í ein mansaldur granska havið. Hann hevur skrivað fleiri bøkur, millum annað um veðurlagsbroytingar, og hann hevur eisini verið við til at meta seinastu frágreiðingina frá  altjóða veðurlagsgranskingarstovninum IPCC.
    28 min

About 25 minuttir

From the publisher's feed

25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini.

More shows like 25 minuttir

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners