Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin
    Alsamt størri trýst er á heimsins lond at velja síðu í stríðnum millum Kina og USA. Tað er orsøkin til, at fleiri lond nú meta fjarskiftisnetið og onnur málsøkir sum trygdarmál. 
    Og hetta leggur enn einaferð trýst á Ríkisfelagsskapin, aftaná at danir hava broytt hugsan og nú meta føroyska fjarskiftisnetið at vera eitt danskt trygdarmál. 
    Samráð var um hesi viðurskiftini í Uttanlandsnevndini í morgun og Sjúrður Skaale hevur eisini kallað Mette Frederiksen, forsætisráðharra, til samráð um hesi viðurskifti.
    53 min
  • Breddin
    Eitt mál sum hevur verið framm í almenninginum í fleiri ár tykist nú at fáa ein enda. Talan er um skattamálið millum Eik Banka, í dag Betri Banka, og Taks. 
    Ákærumyndileikin hjá løgregluni hevur kannað málið í trý ár, um tað grundarlag at reisa ákæru móti Betri Banka, tí eingi prógv eru fyri, at bankin hevur framt skattasvik.
    54 min
  • Breddin
    Myndugleikarnir vilja áleggja nær dansi- og skeinkistøð skulu steingja. Hetta fyri at tryggja, at Koronasmittan ikki fer at gera um seg aftur í føroyska samfelagnum.
    Avgerðin at útvega hesa heimild kemur aftaná, at fleiri dansi- og skeinkistøð hava havt longri opið enn landsstýrið hevur mælt til.
    53 min
  • Breddin
    Nógv vantaðu, at tað fór at vera í dag, men seinnapartin kom teldupostur frá løgmanni, har hann boðar til tíðindafundar í morgin. Løgmaður fer at kunna um høvuðstættirnar í hjálparpakkar 3 og um hvussu tað verður latið meira upp í føroyska samfelagnum. Verður hetta seinasti tíðindafundurin og hvat fer løgmaður at siga?
    Verða talufrælsið og onnur frælsisrættindi nú avmarkað í Hongkong? Ófriður er kyknaður aftur í Hongkong eftir at Kina hevur samtykt eina trygdarlóg, sum eitt nú loyvir kinesisku fregnartænastuni at handhevja lógina í Hongkong.
    55 min
  • Breddin
    Treingir seyðahaldið í Føroyum til nýhugsan? Hvussu við djóravælferðini og atlitunum til náttúruna. Bøndur og seyðaáhugað umrøða hesar spurningar í sendingini í dag.
    Klokkan tríggjar minuttir yvir hálvgum níggju í kvøld verða tveir rúmdarfarar ella astronautar sendir avstað móti altjóða rúmdarstøðini. Ein søgulig hending vilja fleiri vera við. Men hvønn týdning hevur hetta. Tann spurningin seta vit seinni í sendingini.
    56 min
  • Breddin
    Landskassin hevur tikið tríggjar milliardir krónur í láni við at selja lánsbrøv. Men hvussu fer ein slíkur handil fram? Hvat er eitt lánsbræv? Og hvør kann keypa eitt lánsbræv? Vit tosa við landsbankastjóran og nýggja formannin í Búskaparráðnum.
    Meira peningur rennur úr barsilsgrunninum enn inn í grunnin. Samstundis ætlar samgongan at longja barnsburðarfarloyvi - Hvat er ætlanin við barsilsskipanini og hvussu nógv skal hon kosta?
    54 min
  • Breddin
    Ein hjálparpakki er nú á veg at lætta um hjá teimum fyritøkum innan ferðavinnuna, ið eru raktar av Korona-kreppuni. 
    Samgongan og andstøðan vóru á fundi í dag, har eitt upplegg, ið embætisfólk hava orðað, bleiv viðgjørt. 
    Vit fingu orðið á Bárður á Steig Nielsen, løgmann, og Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi, aftaná fundin. Atlantic Airways
    Hvussu virknan leiklut skal landið hava í Atlantsflog. Spurningurin er enn einaferð vorðin aktuelluer, aftaná hópuppsagnir í felagnum.
    55 min
  • Breddin
    16. mars boðaði løgmaður frá tí, ið vit í dag kalla hjálparpakka 1.
    Ein hjálparpakki, ið skuldi lofta teimum borgarum, ið mistu starvi sum avleiðing av stríðnum móti Korona.
    Í verandi løtu eru 2472 í serligu ALS-skipanini, og í samrøðu við Sosialin í farnu viku segði Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, at í alt hava 4.700 fólk fingið útgjald frá serligu skipanini, og hevur skipanin higartil kosta stovninum 125 milliónir krónur.
    55 min
  • Breddin
    Fjarskifti verður nú partur av trygdarpolitikkinum.
    Løgmaður boðaði í gjár frá, at hann og danski forsætisráðharrin arbeiða við einari tvørgangandi lóg fyri fjarskiftisøkið.
    Hvat merkir hetta, hvat merkir tað fyri fjarskiftisveitararnar og flyta føroyar nú eitt yvirtikið málsøkið niðuraftur til Danmarkar?
    Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Høgni Hoydal eru gestir í útvarpsstovuni.
    54 min
  • Breddin
    Fjarskifti verður nú partur av trygdarpolitikkinum.
    Løgmaður boðaði í gjár frá, at hann og danski forsætisráðharrin arbeiða við einari tvørgangandi lóg fyri fjarskiftisøkið.
    Hvat merkir hetta, hvat merkir tað fyri fjarskiftisveitararnar og flyta føroyar nú eitt yvirtikið málsøkið niðuraftur til Danmarkar?
    Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Høgni Hoydal eru gestir í útvarpsstovuni.
    1 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners