Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Sernám, tvungin kanning og korona í fólkaræðinum
    Luttakarar: Margreth Olsen, stjóri í Sernámi, Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini, Leivur Persson, formaður í Koronaráðgevingini og Heini í Skorini, Ph.D. í altjóða viðurskiftum.
    Lagt til rættis: Krista Johnsdóttir Kruse, Sólvit Nolsø og Jón Brian Hvidtfeldt, sum eisini var redaktørur.
    54 min
  • Trom, negativ renta og fiskivinnulóggáva
    Føroyska sjónvarpsrøðin Trom verður eftir øllum at døma tikin upp Íslandi. Negativa rentan í peningastovnunum rakar eisini uppsparingarnar hjá føroysku kirkjunum, sum verða mettar sum vinnukundar, og vit fylgja viðgerðini av skattalógini og lógini um sjófeingi.
    54 min
  • Breddin
    Tað var ein varin byggivinna, ið trein inn í 2020.
    Aftaná fleiri ár við nógvum virksemi vóru ymiskar ábendingar um, at tey næstu árini ikki fóru at vera eins góð.
    Óvissan botnaði í tí, at hóast fleiri av teimum heilt stóru verkætlanunum, so sum Skúlin á Fløtum, Skúlin á Skúlatrøð, havnarútbyggingin hjá Tórshavnar havn, útbyggingar hjá SEV og nýggju hotellini vóru um at vera lidnar, hómaðist munandi færri nýggja verkætlanir.
    Útlini vóru kortini góð, tí nógva virksemi seinnu árini høvdu ført við sær, at aðrar minni verkætlanirnir bíðaðu.
    55 min
  • Evsti myndugleikin kann eisini fara skeivur
    Shahin Gaini, adjungeraður lektari í infektiónsmedisini, hyggur aftur tíðina við korona. Hann nýtir høvið at hyggja kritiskt eftir tí serfrøði, sum vit stuðla okkum uppat í slíkum kreppustøðum.
    Shahin Gaini er millum okkara fremstu smittuverjuserfrøðingar.
    Samrøðan tekur støði í framløguni "Jørðina runt í 80 dagar - frá Wuhan til Tórshavn", sum Shahin Gaini helt á almenna evnisfundinum um COVID-19, sum Fróðskaparsetrið skipaði fyri í Kongshøll í gjár, mikudagin 17. juni.
    21 min
  • Breddin
    Gongd verður nú sett á at skipa eina neyðtøkutilbúgving. Tað framgongur í einum svari frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, til ein §52a fyrispurning hjá Sirið Stenberg, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.
    Men á hvønn hátt fer hetta at hjálpa teimum, ið hava verið fyri neyðtøku og kann hetta hjálpa at lyfta próvbyrðina í neyðtøkumálum.
    Vit hyggja at núverandi støðu saman við serkønum á økinum.5G
    Er 5G partur av týdningarmikla undirstøðukervinum?
    54 min
  • Breddin
    Landamørkini lótu upp mánadagin, so at tað nú er frítt hjá ferðafólkum úr fimm ymiskum londum at koma til og úr Føroyum.
    Økti smittuvandin setir stór krøv til tey, sum vara av okkara eldru og veiku.
    Men hvussu skal verjugarðurin laðast kring tey eldru og veiku, so koronasmittan ikki rakar tey. Tað royna kommunur og eldrasamstørvini kring landið nú at finna útav.
    Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, og Naina Túgvustein, dygdarmennari í Heilsu- og Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar Kommunu.
    55 min
  • Breddin
    Bankarnir krevja alsamt fleiri avgjøld og samstundis versnar tænastan, halda fólk. Vit viðgera leiklutin hjá bankunum í føroyska samfelagnum í sendingini í dag.
    Tólv fólk eru uppsøgd og Landsverk skal hugsast av nýggjum. Saman við Sigurdi Lamhauge, stjóra, hyggja vit at framtíðini hjá Landsverki í Føroyska samfelagnum. Vit tosa eisini við stjóran á einari av størstu byggifyritøkunum í landinum, sum heldur, at Landsverk eigur at gerast ein sterkur vitanar- og granskingarstovnur.
    52 min
  • Breddin
    Breddin tekur politiska fepurin, og kjakast verður eisini um uttanríkispolitikkin.
    Samgongan er ósamd um fleiri mál í løtuni - saman við Jóannesi Eidesgaard, Bjarna Djurholm og Sveini Tróndarsyni verður politiska støðan greinað.
    Nýggja trygdarpolitiska frágreiðingin um støðuna í Arktis fekk ivasama móttøku frá føroyska landstýrismanninum í uttanríkismálum.
    Hvat ber frágreiðingin í sær, og ber tað til at hava eina felags ætlan fyri ríkisfelagsskapin, tá tey trý londini hava ymisk áhugamál?
    54 min
  • Breddin
    Finst rasisma í Føroyum? Ja, siga nógv, nei, siga onnur. Sunnudagin var mótmælistiltak í Havnini móti rasismu um allan heimin undir heitinum "Black Lives Matter - eisini í Føroyum". Vit perspektivera og kjakast um hetta evnið í Breddanum í dag.
    Fór landsstýrismaðurin útum sínar heimildir, tá hann vrakaði sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið? Fakfeløg siga ja, men landsstýrismaðurin sigur seg hava heimildina. Vit hyggja nærri at støðuni.
    54 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners