Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin
    Børn, har foreldrini eru samkynd, hava ikki somu rættindi sum onnur børn. Á Breddanum í dag lýsa vit, hvønn mun lóggáva og sosialar skipanir gera á børnum, sum hava eina mammu og ein pápa - og á børnum, har bæði foreldrini eru av sama kyni. Eisini kjakast fýra løgtingsfólk um evnið, ið knappliga gjørdist sera aktuelt, tá hjúnini Annika S. Vang og Karin Jacobsen Vang søgdu sína søgu um lítla sonin - og barn nummar tvey, sum er áveg.
    54 min
  • Breddin
    SAS gevst fyribils at flúgva til Føroya. Men hvønn týdning hevur tað fyri føroysku ferðavinnuna? Hvussu ávirkar tað Atlantsflog? Og hevur landsstýrið nakað alternativ, annað enn at biðja flogfeløgini krevja inn gjaldið fyri tvungnu koronakanningarnar?
    87 ára gamla Ruth Bader Ginsberg var víðagitin - men hvør var hon, og hvussu hevur hon sum hægstarættardómari ávirkað amerikanska samfelagið?
    og
    nú verður tað landsstýrismaðurin einsamallur, sum við støði í eini umsitingarætlan ásetir fiskidagarnar. Vit tosa við Petur Steingrund um hesa umsitingarætlan.
    53 min
  • Breddin: Sexisma og Brexit
    Tvey evnir vóru í Breddanum í dag.
    Tað var í 2017, at metoo rørslan setti dagsskránna kring heimin. Kvinnur í hópatali søgdu alment frá sínum upplivingum við kynsligum ágangi.
    Kjakið kyknaði av álvara uppaftur í Danmark fyri nøkrum vikum síðani, tá sjónvarpsverturin, Sofie Linde, greiddi frá sínum upplivingum sum 18 ára gomul í Danmarks Radio.
    Vit tosa við Eydnu Skaale um røðuna hjá Sofie Linde, við Brynhild Thomsen um hennara uppliving umframt at fleiri løgtingskvinnur koma í útvarpsstovuna, at skifta orð um trupulleikan.
    54 min
  • Breddin: Orðblindni, Bank Nordik og Miðeystur
    Í dag á Breddanum hyggja vit nærri at umstøðunum hjá orðblindum í føroyska fólkaskúlanum. Lærarar siga, at vit eru afturúrsigld á økinum.
    Landsstýrið arbeiðir við eini ætlan at einskilja Bank Nordik. Vit hyggja aftur í tið og spyrja eisini landsstýrið hvussu einskiljingin skal fremjast.
    Ísrael hevur undirskrivað amstarvsavtalur við Sameindu Arabisku Emiratini og Bahrain. Vit tosa við lektara í altjóða politikki um hvat tað merkir fyri politisku støðuna í økinum.
    Gjørt sendingina hava Elin Mirjamsdóttir, Uni Holm Johannesen og Sólvit Nolsø
    55 min
  • Breddin: Búskaparfrágreiðingin 2020
    Hvussu er búskapurin komin seg eftir korona? Hvørji eru framtíðarútlitini? Hvørji átøk skal politiska skipanin gera, nú fíggjarlógararbeiðið er í gongd?
    Tað eru nakrir av spurningunum, sum millum annað formaðurin í Búskaparráðnum, roynir at svara í Breddanum í dag.
    Vit tosa við formannin í Búskaparráðnum, vinnuumboð og politikkarar um búskap.
    Luttakarar:
    Djóni Højgaard, Heri á Rógvi, Atli Gregersen, Pætur Trónd Thomsen, Mortan Simonsen, Kristina Háfoss og Jørgen Niclasen.
    52 min
  • Breddin
    Harðskapur móti lívsfelaga ella unnustu verður ikki revsaður eins hart, og annar harðskapur.
    Tað mátti ein ung kvinna í Havn sanna, tá hon meldaði fyrrverandi unnusta sín í 2018.
    Hóast harðan dóm var revsingin treytað - og tað er vanligt í slíkum førum, sambært ákæruvaldinum.
    Nógvar kvinnur orka ikki at melda harðskap frá makanum - og tað skilir hon væl, sigur Durita Fagradal Augustinusen, sum fyri tveimu árum síðani valdi at melda fyrrverandi unnustan.
    Luttakarar: Durita Fagradal Augustinusen, Steen Nørskov og Linda Hesselberg.
    56 min
  • Breddin
    Nógv fleiri deyðsvanlukkur eru á føroyskum arbeiðsplássum enn í okkara grannalondum samanborið við fólkatal og lønmóttakarar.
    Síðani 2009 hava tað verið í miðal gott ein deyðsvanlukka um árið á føroyskum arbeiðsplássum. 
    Tað svarar til 110 deyðsvanlukkur um árið í Danmark hyggja vit eftir fólkatalinum.
    Í Danmark hava higartil verið 19 deyðsvanlukkur í ár. Í fjør vóru 36 í alt.
    Í Føroyum hava verið tríggjar deyðsvanlukkur í higartil í ár.
    Tað svarar til, at Danmark hevði 310 deyðsvanlukkur higartil í ár - og ikki 19.
    56 min
  • Breddin
    Trygdarstøðan í Norðurhøvum var á dagsskrá fyri fundin millum Jenis av Rana og Jeppe Kofod fyrr ídag. Vit tosa við Jeppe Kofod, uttanríkisráðharra; Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum; Flemming Splidsboel Hansen, granskara í russiskum viðurskiftum og trygdarmálum hjá Dansk institut for internationale studier og Peter Viggo Jakobsen, lektara á danska verjuakademinum.
    56 min
  • Kommunusamanlegging, korona og fyrsta samgonguárið
    Einasta rætta er at leggja kommunur saman við lóg, heldur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík. Men hvørjir eru so fyrimunirnir og vansarnir við at leggja kommunur saman, spyrja vit Súsannu Olsen, námslektara í samfelagsvísindum á Fróðskaparsetrinum.
    Hvat gert tú, tá korona rakar fólk, sum hava brúk fyri stuðli og umsorgan alt samdøgrið? Ta støðuna kom Almannaverkið í herfyri, tá eitt barn á Barnaheiminum fekk staðfest korona. Vit tosa við Gunvør Jonsdóttir og Hans Esbern Fuglø, sum tóku á seg hesa serliga uppgávu.
    54 min
  • Eitt skot eftir í byrsuni
    Tá veljarin 10. november fer í valhølini at seta krossin í samband við kommunuvalið verður tað í 29 ymiskum kommunum. 
    Og soleiðis hevur tað verið síðan 2012, tá borgararnir í gomlu Húsar kommunu fyri síðstu ferð fóru á val, áðrenn kommunan 1. januar 2017 legði saman við Klaksvíkar kommunu. 
    Og nógv bendir á, at soleiðis verður tað eisini í 2024, tí síðstu árini hevur verið lítið og einki at frætt um kommunusamanleggingar.
    18 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners