Credo

Credo

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Credo episodes

  • Credo: Hvør var Beinta ?
    Hvør var Beinta Christina Broberg. Eftirtíðin kallar hana "Illa Beinta", men var hon nú tað ?
    Foreldrini vóru Peder Sørensen Broberg og mamman Birgitte Jensdatter Bøgvad.
    Hon var borin í heim í Havn um 1668
    Hon var gift tríggjar ferðir. Við Jónasi, presti og síðani Niels Gregersen Aagard og at enda Peder Ditlevsen Arabo, sum eisini vóru prestar.
    Í dag verður hildið at Beinta hevur verið heiðurlig og reiðulig, hevur havt dirvi at funnist at órættvísini, men hevur havt ilt við at fóta sær í einum heimi, har kvinnan ofta hevur verið við skerdan lut.
    50 min
  • Tilvera: Antin ella
    Tað, sum var heilt serligt fyri danska guðfrøðingin og heimsspekingin Søren Kierkegaard var spurningurin „Hvat er menniskjað?“ Ólavur Rasmussen, prestur, hevur skrivað bók um hann og eksistensialismuna og prátað verður um slíkar spurningar í hesi sendingini.
    Endursending frá 15. desember 2005
    31 min
  • Credo: "Stýr míni skútu í ódn og í logn"
    Anfinnur  Garðalíð er barnvaksin í Vestmanna.
    Sum vaksin fekk hann stóran rúsdrekkatrupulleika, men hann fekk hjálp.
    Hansara privata lív hevur verið turbulent, tríggjar ferðir hevur hann verið giftur. Men í síðstu giftini fingu hjúnini hjálp í Agape felagsskapinum.
    Hann hevur siglt sum skipari, men í dag er hann formaður í "Skipara og navigatørfelagnum".
    42 min
  • Credo: Kirkjan var til áðrenn Nýggja Testamenti
    Kirkjan er eldri enn Nýggja Testamenti.
    Árið í fjør - 2017 - var reformatiónsárið. Martin Luther tosaði um "sola Scriptura - Skriftin eina".
    Men, áðrenn Skriftin varð savnað, so livdi munnliga yvirleveringin í 200 ár. Tey, sum mintust Jesus og høvdu verið við í ferðini søgdu frá
    .
    Í dag er prædikan í centrum, men hjá teimum fyrstu kristnu var tað altargongdin, har Jesu deyði og uppreisn varð "endurlivað".
    49 min
  • Sjómansmissiónin 100 ár
    Føroyska sjómansmissiónin fyllir 100 ár. Hon varð stovnað í 1918 og er partur av kirkjuligu heimamissiónini í Føroyum.
    Sjómansmissiónin hevur skrivstovu í Nesvík og hevur ein trúboðara í starvi, sum er Torleif Johannesen. Hann vitjar skip og bátar og sjómanskvinnuringar, sum eru um 40 í tali.
    44 min
  • Tøgnin drepur
    Sigbritt við Neyst er sálarviðgeri. Hon hevur skipað fyri stórari ráðstevnu, sum viðgerð sálarløst/trauma.
    Tíðin lekir ikki øll sár, tí kanning vísir, at leggur tú lok á minnnir frá harðligum barndómi, ella øðrum sálarligum løstum og kvøkkir, so seta teir seg fastar. Og kroppurin minnir teg á hendingarnar og soleiðis kunnu slík ógvuslig minnir fylgja tær og fjøtra teg og fara víðari til komandi ættarlið.
    43 min
  • Út at arbeiða millum kosakkar.
    Silas Olofson og familjan hava búð og virkað í Turkalandi í góð fýra ár. Silas hevur verið prestur í staðbundnu luthersku kirkjunu og eisini hevur familjan arbeitt millum syriskar flóttar og kurdarnar í landsynningsturkalandi. Hetta arbeiðið var m.a. stuðlað av kirkjuliga missiónsfelagnum.
    Hetta arbeiðið fekk tó ein bráðan enda, tí Silas var útvístur av landinum, við ákærum um at vera yvirgangsmaður.
    Familjan hevur nú fingið boðið starv í Mongolia, har tey vera send út sum trúboðarar av Norsk Lutherska Missionssambandinum í samstarvi við Kirkjuliga Missiónsfelagið.
    38 min

About Credo

From the publisher's feed

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.

More shows like Credo

In Our Time by BBC Radio 4

In Our Time

5,485 Listeners

The Prancing Pony Podcast by The Prancing Pony Podcast

The Prancing Pony Podcast

2,052 Listeners