Credo

Credo

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Credo episodes

  • Credo: Eg hevði tríggjar røddir inni í høvdinum
    Mette Askov fekk ov stóra ábyrgd, tá hon var barn. Avleiðingin var, at hon fór at hoyra røddir inni í høvdinum - eina kvinnu rødd og tvær mannfólkarøddir.
    Hon varð sjúkrasystir, men varð alsamt meiri illa fyri sálarliga.
    Hon varð innløgd á psykiatriskari deild í átta ár og endin var at hon varð heilt apatisk. Til ein dagin,tá eitt viðgerðafólk fór at spyrja Mette meiri um røddirnar.
    Í dag, sigur Mette, at hon ikki longur er paranoid skisofren, men livir eitt vanligt lív.
    43 min
  • Credo: Alla halganna dagur
    Theodor Olsen, prestur, sigur frá Alla halganna degi - dagur teirra sjólatnu, og Alna sálna degi og Halloween.
    Vit tosa um at vera lívsfroskrekt, men eru vit eisini deyðsforskrekt.
    Hava vit tørv á at ritualisera stóru hendingarnar í okkara lívi ?
    Og eigur kirkjan enn tað plássið í samfelagnum, sum staðið, sum hevur tey stóru orðini ?
    38 min
  • Credo: Mín caminodagbók
    Høgni Rasmussen hevur skrivað bókina "Mín caminodagbók". Hann sigur, at hann varð blakaður úr virkinum hann var við at stovna og var hetta størsta lívskreppan, sum hann hevur verið í.
    Hann gjørdi av at fara eina pílagríma ferð og var henda ferðin sálarbót. Hann fekk eina frástøðu til tað, sum var hent og fekk fest sínar tankar og upplivingar niður á blað, sum so er endað við hesi bók.
    37 min
  • Credo: Tómleiki
    Eydna Skaale misti einkarsonin, tólv ára gamla Benjamin í ár. Hon kennir ein nívandi tómleika og longsul, tí alt minnir hana um sonin, sum er farin.
    Hon hevur roynt at leita í bókmentum, um nakað er at finna um sorg, men lítið og onki er fest niður á blað í Føroyum.
    Eydna skrivar sínar kenslur og sorg í ein blogg og fær soleiðis nakað av nívandi treganum út, sum annars tekur kvørkratak um hana.
    Hon hevur eina kristna vón og trýr, at Benjamin er nú í "teim livandi, ævigu hondum".
    43 min
  • Credo: Alt er horvið og burtur
    Pál Weihe sigur frá, hvussu tað var, tá ið  Sára, kona Pál byrjaði at gloyma. Tá var hon miðskeiðis í fimtiárunum.
    Tíðin, sum kom var torfør. Sára hevði onki sjúkuinnlit, so tá ið hon fekk diagnosuna at vita frá heilsuverkinum, reageraði hon við vantrúgv og tunglyndi. Endin verður, at hon noyðist at siga farvæl við sítt lærarayrki, og kann ikki vera heima einsamøll, men má fara við Páli til arbeiðis.
    Men hon fær pláss á Vallalíð og har fellur Sára til ró, er glað og fer aftur at syngja sangirnar, hon kendi, tá ið hon var ung.
    36 min
  • Credo: Hvat er fyrigeving ?
    Helle Møller Jensen er prestur. Hon hevur eisini starvast sum hernaðarprestur í Aghanistan og Irak.
    Hon hevur skrivað eina phd ritgerð um Kierkegaard,  "um munin á tí kvinnuliga og tí mannliga og tað at geva seg yvir til sterkari mátt".
    Í samband við hjúnaðarskilnað fekk hon ótta. Men eftir longri tíð, sigur hon, at Guð kom henni til hjálpar og tók óttan burtur.
    38 min
  • Credo: Hvat er ein góð mamma?
    Laura Kathrine Apol er vaksin upp í truplum og svárum korum.
    Mamman var sálarliga sjúk og tískil var gerandisdagurin hjá Lauru umskiftiligur og ótryggur og hon fekk ábyrgd, sum eitt barn ikki eigur at hava.
    Tá Laura flutti til Føroyar, valdi hon at slíta sambandið við mammuna, so hon kundi sleppa at liva sítt egna lív.
    Í dag er Laura mamma trimum børnum, hon er aðalskrivari í Sinnisbata, lesur stjórnmálafrøði og so hevur hon skrivað bók, sum eitur "Tá mamma verður ør".
    52 min
  • Credo: Einsamallur úti á opnum havi
    Thorbjørn Hendil var vanur at sigla. Í 2015 skuldi hann sigla bátin, har hann skuldi vera til veturin var av.
    Men Thorbjørn var áhaldsin og datt fyri borð. Í 17 og ein hálvan tíma fleyt hann í sjónum. Tyrlur og skip leitaðu, men tá komið var út á náttina góvust tey at leita, tí mett var, at Thorbjørn var deyður og ikki at finna.
    Men so var ikki. Ein bátur fann hann tilvildarliga og hann varð tikin upp og flogin á sjúkrahús, tí hann var kaldur og illa at holdið komin.
    35 min
  • Credo: "Eg fekk eitt kall"
    Regin og Heidi Guttesen búgva í lítlari bygd í Italia. Tey eiga gentu og drong og hava ættleidd tvær systrar.
    Tey siga tey eru kristnir íverksetarar og hava sett á stovn evangeliskt, kristna samkomu.
    Eisini eru tey dagliga vitni til flóttar, sum koma yvir hav til Italia. Tey halda, at mann hevur ein skyldu at hjálpa tí neyðstadda.
    Regin er eisini tónleikari og hevur sangskrivað almikið. Allur tónleikurin í sendingini er hansara.
    53 min
  • Credo: "Eg gav skeivan heilivág"
    Edla Olsen kom at geva einum búfólki á einum sambýli skeivan heilivág. Í tríggjar dagar hevði búfólkið tað vánaligt, men so gekk betur.
    Men ikki hjá Edlu, tí tá byrjaði hennara innara stríð, tí hon óttaðist fyri, at hon aftur kundi koma at gera eitt mistak.
    Hon royndi at siga tað við leiðara og við fleiri kommunulæknar, men ongin lurtaði og gav henni gætur.
    Ikki fyrrenn ein segði við hana, at hon mátti fyrigeva sær sjálvari - tá glapp.
    36 min

About Credo

From the publisher's feed

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.

More shows like Credo

In Our Time by BBC Radio 4

In Our Time

5,485 Listeners

The Prancing Pony Podcast by The Prancing Pony Podcast

The Prancing Pony Podcast

2,052 Listeners