Credo

Credo

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Credo episodes

  • Credo: Agape, eros og filia
    Alexander Julin Mortensen hevur lisið filosofi. Hann býr nú í Føroyum og skrivar eina ritgerð.
    Hann skal allýsa kærleikan/felagsskapin, sum fyribrigdi, sum fænomen.
    34 min
  • Credo: Onki nýtt undir sólini
    Sjúrður Skaale sigur frá, hvussu tað er at fylla 52 ár í mun til at fylla 50 ár.
    Hendir nakað nýtt ella er alt nú tann bera endurtøka. Og er endurtøkan ikki góð?
    Hevur Prædikarin rætt, tá hann sigur "at onki nýtt er undir sólini".
    40 min
  • Credo: Andaligt tunglyndi
    Jóhan Magnus Gunrim hevur givið fløgu út, sum er úrslit av hansara langa bardaga móti andaligum tunglyndi. Hann hevur verið og er sera virkin í samkomuhøpi og hevur sungið og spælt.
    Men hann gloymdi at løða upp, so hann kom at kenna seg andaliga tunglyntan. Hann fekk nógva viðurkenning fyri sín tónleik og hetta hevði við sær, at hann kendi tað sum fokus fór frá at syngja og takka Guði og heldur yvir á hann og hansara tónleik.
    45 min
  • Credo: Trúgv og vísindi
    Nils Andersen, landsskrivari er í Føroyum og sigur frá arbeiðinum hjá danska Menighedsfakultetinum.
    Aðalmálið hevur verið, at MF skuldi vera eitt supplement til útbúgvingina í guðfrøði á Universitetinum í Århus og Keypmannahavn.
    Tey hava nú byrjað nýtt samarbeiði við Fjelhaug International College í Oslo, so til ber at taka eina BA í guðfrøði eftir trimum árum.
    36 min
  • Credo: "Eg vildi sleppa undan at merkja"
    Foreldrini hjá Martin Kúrberg vóru sera ung, tá tey fingu hann. Hóast tey vóru ung og vøkur og heimurin lá víðopin, so rapaði teirra gerandisdagur. Alkoholmisnýtsla og harðskapur kom innaveggja og Martin hevði trupul barnaár.Hetta kom til kennar, tá hann varð vaksin og bæði foreldrini doyðu. Martin kom sær eisini út í misnýtslu.
    Men hann megnaði at venda gongdini og hevur verið nú verið rúsfríur í nógv ár.
    Fyri fimm árum síðani fekk hann stóru sorgini at bera, tá elsta dóttirin brádliga doyði.
    46 min
  • Credo: Emil Olsen takkar fyri seg
    Emil Olsen hevur verið prestur í 34 ár í Eiðis prestagjaldi. Men nú fer hann frá. Hann verður stiftsprestur, sum fer at búgva ein part av árinum í Beograd saman við konu sínari, Jasmina Pavlovic, sum er ættað úr Serbia.
    40 min
  • Credo: Pápin fórst við Hans Hedtoft
    Hans Hedtoft var nýggja grønlandsskipið, sum skuldi sigla alt árið, við fólki og farmi, millum Danmark og Grønland.
    Sagt var, at hetta skipið kundi ikki søkka. Men 30. januar 1959 kom tað í ódnarveður á Kappanum og rendi á eitt ísfjall og bæði skip og manning hvurvu í havsins dýpi.
    Bert ein bjargingarkransur rak upp á land í Íslandi. Annar stýrimaður umborð var Hans Richard Jacobsen. Eftir honum sótu einkja og tvær smágentur, Richa og Mariann.
    51 min
  • Credo: Ljós í bølamyrkri (2:2)
    Altjóða Holocaustdagur var 27. januar. Sagt verður, at umráðandi er at minnast aftur á ræðuleikarnar, tí líkasæla og gloymska er vandamikil. Við at minnast, forðar mann fyri, at søgan endurtekur seg.
    Elsa í Skorini sigur frá bygdini Le Chambon á háslættanum í Frankaríki. Har vóru í árunum 1940-45 umleið 5000 jødar bjargaðir. Hetta staðið varð hildið, at vera tryggasta stað hjá einum jøda at vera hesi ræðuligu krígsár.
    41 min

About Credo

From the publisher's feed

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.

More shows like Credo

In Our Time by BBC Radio 4

In Our Time

5,485 Listeners

The Prancing Pony Podcast by The Prancing Pony Podcast

The Prancing Pony Podcast

2,052 Listeners