Credo

Credo

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Credo episodes

  • Credo: Hey Guð, langt síðani seinast...
    Hon varð brádliga bangin fyri alt og øllum og alt varð kaotiskt og torført. Hon sá ein film, sum æt "The War room", har kvinna fór einsæris í eitt kamar at biðja hart.
    Í síni sálarkvøl helt Kristina hetta vera vert at royna. Hon setti seg á songina, legði saman hendur og segði so "Hey Guð, langt síðani seinast..." og við eitt kendi hon, at onkur lurtaði og alt fór at ljósna.
    38 min
  • Credo: Pseudoarbeiði
    Anders Fogh Jensen er filosoffur. Hann sigur frá "pseudoarbeiði", arbeiði sum er óneyðugt. Hann heldur at vit hava fingið slíkan "skund við at gera onki." Tað gevur meiningsloysi og strongd.
    43 min
  • Credo: Eg vil vera tín geymi
    Margit M. Baadsager og Arnvør eru systrar. Tær hava verið sera góðar og hava livað eitt tætt og kærleiksfult familjulív. Brádliga í 2015 varð 38 ára gamla Arnvør illa sjúk og fekk staðfest krabba í heilanum.
    Tá stuttminnið fór, valdi Margit at fara at skriva dagbók, har hon skrivaði alt, sum hendi. Margit vónaði, at Arnvør fór at vinna sær heilsubót aftur og tá kundi hon so lesa, hvat sum var hent, meðan hon var sjúk.
    Men so varð ikki, tí Arnvør fór foldum frá. Margit valdi seinni at savna dagbókina í eina bók, tí mitt í meiningsloysinum gevur tað meining.
    38 min
  • Credo: Nýggjur hirði í Vestmanna
    Maria Summers við Skipá er guðfrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn.
    Hon er barnvaksin í Havn og hevur havt sína gongd í Evangeliihúsinum.
    Men hon hevur valt at verða prestur og verður prestvígd at vera prestur í norðstreymoyar, eystara prestagjaldi.
    18 min
  • Credo: Eva Vón og Ester Lív
    Týsdagin 29. januar 2019 føddi Guðri eineggjaðar tvíburðar. Eva Vón og Ester Lív sóu dagsins ljós.
    Tað var ein trupul barnsburður, tí í seytjandu viku, varð staðfest, at alt ikki var, sum tað átti at vera.
    Tey kundu tá velja at eira einu gentuni, taka báðar, ella als onki ger.
    Tey valdu onki at gera og litu á, at tey vóru í tryggum og góðum hondum. At biðin bøn verjir og styrkir.
    41 min
  • Credo: Eg vildi ikki vera offur
    Tá Elin Brimheim Heinesen var átta ára gomul, gjørdi ein maður seg kynsliga inn á hana. Upplivingin var ræðulig og hevur brent seg inn í hennara sál.
    Onkursvegna varð lok lagt á hendingina, men seinni í hennara vaksna lívi, so dagaði brádliga alt undan.
    Elin hevur valt at siga sína søgu, tí tað er umráðandi ikki at liva langt lív sum offur, men koma til sættis við ræðuleikan, sum var.
    55 min
  • – Eg vildi ikki vera offur
    Tá Elin Brimheim Heinesen var átta ára gomul, gjørdi ein maður seg kynsliga inn á hana. Upplivingin var ræðulig og hevur brent seg inn í hennara sál.
    Onkursvegna varð lok lagt á hendingina, men seinni í hennara vaksna lívið, so dagaði brádliga alt undan.
    Elin hevur valt at siga sína søgu, tí tað er umráðandi ikki at liva langt lív sum offur, men koma til sættis við ræðuleikan, sum var.
    55 min
  • Credo: "Mín ósjónligi sonur"
    Esben Kjær hevur verið í Føroyum og hildið fyrilestur um tað at missa og syrgja.
    Hjúnini Esben og Kirsten mistu sonin Sebastian í 2011. Tey hildu tá, at tey við egnari megi, kundu veita soninum heilsubót, men máttu skjótt sanna, at tey máttu lata hendurnar søkka og góðtaka.
    Tá ein tíð var fráliðin, so varnaðust tey, at onnur skýggja fólk, sum syrgja og við eitt, so var sonurin, Sebastian, horvin úr huga og minni hjá vinum og familju - hann var vorðin ósjónligur.
    45 min
  • Credo: Sat7
    Kurt Johansen er aðalskrivari hjá Sat7 í Europa og Asia. Hann sigur frá hesum arbeiði at senda sjónvarp til kristin í hesu londunum.
    Marjan Nielsen varðar av Sat7 í Føroyum og hava sunnudagsskúlar hjá Kirkjuligu Heimamissiónini stuðla hesum arbeiðnum. Hon hevur verið í hesu londum og sæð teirra arbeiði.
    35 min

About Credo

From the publisher's feed

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.

More shows like Credo

In Our Time by BBC Radio 4

In Our Time

5,485 Listeners

The Prancing Pony Podcast by The Prancing Pony Podcast

The Prancing Pony Podcast

2,052 Listeners