Dokumentarar

Dokumentarar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Dokumentarar episodes

  • Viljin til lívið
    Róar, Suni og Emil eru tríggir ungir menn við nógvum forðingum í gerandisdegnum. Men forðingar eru eisini avbjóðingar, og vilji og treiskni bera langt, tá lívið skal livast.
    Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs.
    1 hr 6 min
  • Ein dagur í lívinum - Barbara í Gongini
    Barbara í Gongini er búsitandi í Keypmannahavn. Gerandisdagar er hon á verkstaði sínum í Valby, har sniðgevar og skraddarar úr fleiri ymsum londum arbeiða.
    Í eygleiðandi dokumentarsendingini fylgja vit stillføru og stílskapandi kvinnuni, ið hevur endurnýtslu sum aðalmál í allari framleiðslu.
    Lagt til rættis: Bjarni Árting Rubeksen og Rúni Jákupsson.
    25 min
  • Hann rópar á meg
    "Eg má mála fyri at kunna virka í samfelagnum. Annars bleiv eg sjúkur." Hetta sigur listamaðurin Torbjørn Olsen, sum fyrr í ár fekk Mentanarvirðisløn Landsins sum tøkk fyri útint listarligt avrik á høgum stigi.
    Men listarliga tilgongdin er stundum darvað av svøvnloysi og iva. Hartil koma rúsdrekkatrupulleikar, sum gera at heilsan er farin at bila. Onkuntíð tykist tað, sum tað sær svart út fyri framman, heldur listamaðurin.
    "Hann rópar á meg" er eitt portrett av Torbjørn Olsen í dag.
    Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen. Tikið upp og klipt: Hans Petur Hansen.
    59 min
  • Av hinum slagnum - glíðibreytin
    Samkynd hava nú fingið meira rúmd í samfelagnum, men enn vilja fleiri samkyndir føroyingar heldur búgva í øðrum londum, tí tey hava ikki somu rættindi í Føroyum.
    Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs.
    1 hr 2 min
  • Av hinum slagnum - útlegdin
    Samkyndir føroyingar hava verið umtalaðir sum fólk av hinum slagnum. Í nógv ár fjaldu tey sín sanna samleika ella rýmdu av landinum til stórbýir, har tey kundu liva frítt. Tey fyrstu, ið valdu at liva opið heima í Føroyum, høvdu tað ikki altíð lætt.
    Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs.
    51 min
  • Ein dagur í lívinum - Christian Nagata
    Nýggjar eygleiðandi dokumentarsendingar, sum fylgja ymsum føroyingum frá morgni til myrkurs.
    Hyggjarin er fluga á vegginum og fær innlit í ein dag í lívinum. Í fyrstu sending er Christian Nagata.
    Lagt til rættis: Bjarni Árting Rubeksen og Rúni Jákupsson.
    24 min
  • Tá landið fór í svart
    Føroysk sjónvarpsdokumentarsending um fullu sólarmyrkingina, ið var í Føroyum 20. mars 2015
    20.03.2015 var full sólarmyrking í Føroyum. 11.400 ferðafólk upplivdu hana saman við føroyingum, og í hesi sendingini hyggja vit aftur á fullu sólarmyrkingina.
    Vit síggja reportasju av flogvøllinum, uppliva gleðisróm í Sandavági, og vit uppliva eisini sólarmyrkingina saman við einum blindum.
    47 min
  • Bindifestivalurin
    Í døgunum 16. - 18. apríl 2015 var tann fyrsti Bindifestivalurin av sínum slag í Fuglafirði.
    Ikki bert føroyingar, sum hava áhuga fyri binding, men eisini fleri útlendingar, eru komnir til bygdina fyri at læra nýggjar bindingarhættir, fara til fyrilestrar og fáa íblástur.
    Vit fylgja einum at luttakarunum á festivalinum, og somuleiðis siggja vit, hvussu tad er at vera fyriskipari av einum slíkum festivali.
    Lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg.
    32 min

About Dokumentarar

From the publisher's feed

Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.

More shows like Dokumentarar

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners